473 nýggir smittutilburðir í Noregi

Í løtuni eru smittutølini í Noregi veksandi. Seinastu sjey dagarnar hava smittutølini verið nakað hægri enn í vikuni frammanundan.

 

 

Nýggjastu tølini í Noregi siga, at 473 nýggir tilburðir við covid-19 eru staðfestir seinasta samdøgnið. Tað er 11 tilburðir færri enn sama dag í síðstu viku.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg staðfest í miðal 437 nýggjar smittutilburðir um dagin. Í vikuni fyri var miðaltalið um dagin 392, og tískil má sigast, at smittutølini seinastu vikuna hava verið veksandi.

 

Um midnáttarleitið norska tíð í kvøld hevði Noreg gjørt 5,2 miljónir koronu-royndir, og tilsamans hava 117.495 royndir verið positivar. Higartil hava 1.487.784 fólk í Noregi fingið fyrru koppsetingina, og 485.478 hava fingið tvær koppsetingar.

 

Samlaða talið av sjúklingum á norskum sjúkrahúsum við covid-19 er í løtuni 114, sum eru tríggir sjúklingar færri enn í gjár. Higartil eru 767 fólk í Noregi deyð við - ella av - koronu. 58,9 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri, og í bólkinum 50 ár og yngri eru 17 fólk deyð, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.