Í dag eru liðin 48 ár síðani John Fitzgerald Kennedy, táverandi forseti í USA, varð myrdur.
Klokkan var júst 12.30, tá skotini rungaðu á Delay Plaza í »down-town« Dallas í Texas, har Kennedy var á vitjan.
Bilafylgið var júst snarað inn á Elm Street, tá Kennedy varð raktur av tveimum skotum, annað í hálsin og hitt í høvdið.
Fáar tímar seinni varð Lee Harvey Oswald handtikin í einum biografi, men løgreglan náddi ongantíð at skuldseta hann, tí tveir dagar seinni varð Oswald sjálvur myrdur av náttklubbaigaranum, Jack Ruby.
Ein sjey-manna nevnd við Earl Warren, hægstarættarformanni, á odda kom í september 1964 við teirri frágreiðing, at Lee Harvey Oswald var einsamallur um at fremja morðið á forsetan. Ein niðurstøða, sum líka síðani hevur verið ómetaliga kontroversiel, og tað hava verið upp móti 90 prosentum av amerikanska fólkinum, sum snøgt sagt ikki trúgva niðurstøðuni hjá Warren-nevndini.
Ein kanning í 70-árunum House Select Comittee on Assassinations kom tó til ta niðurstøðu, at tað við 99% vissu varð latið minst seitt skot av framman fyri bilafylgið, og at talan tí var um eina samansvørjing.
DR1 vísir í kvøld klokkan 20 fyrra part av einari dokumentarsending um Kennedy-morðið.