Fríggjadagin gjørdi Fíggjarmálaráðið sáttamála við fimm feløg á sjúkrahúsøkinum um nýggjan sáttmála. Feløgini, ofta nevnd 5-arin, eru Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Ljósmøðrafelagið, Fysioterapeutfelagið og Økonomafelagið. Sáttmálin hevur gildið í tvey ár, frá 1. oktober í ár til 1. oktober 2005.
Karmurin fyri avtaluni er umleið 9 prosent. Í semjuni er millum annað avtalað lønarhækking og at flyta stig í lønarstiganum. Bioanalytikarafelagið og Økonomafelag Føroya hava eisini hækkað eftirlønina.
Ymiskar smærri broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum og veitingum í sáttmálanum. Avtala er gjørd ujm serstaka fríviku. Sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar 2004. Eitt prosent er gjørt til tað. Avtala er eisini gjørd um, at starvsfólk kunnu fáa serstøku frívikuna útgoldnað sum løn, vilja tey heldur tað. Avtala er eisini gjørd um førleikamenning.
Sum heild eru partarnir væl nøgdir við avtaluna, og sagt verður, at samráðingarnar gingu fyri seg í einum góðum anda uttan stórvegis ósemjur.