5 føroysk met, 6 juniormet og eitt ótal av heiðursmerkjum

Føroysku svimjararnir standa seg ómetaliga væl á Reykjavík International Games 2015.

Føroyskir svimjarar eru um vikuskifti í Reykjavík og kappast í Reykjavík International Games 2015 og sigast má, at teimum hilnast sera væl, skrivar heimasíðan svimjing.com.

 

Fríggjadagin og leygardagin gjørdust tað ikki færri enn fimm føroysk met og seks føroysk juniormet. Serliga er tað Ásbjørg Hjelm, ið hevur gjørt um seg. Hon hevur sett tvey føroysk met í 50 metra bringuvimjing, fyrst í innleiðandi kappingini fríggjadagin og so betraði hon metið í A-finaluni leygardagin. Nýggja metið er 34.61.

 

Haruframt setti hon eisini føroyskt met í 200 metrum bringusvimjing, við tíðini tveir minuttir 44 sekund 46 hundraðpartar.

 

Óli Mortensen setti eisini føroyskt met í finaluni í 200 metrum firvald, við tíðini tveir minuttir, níggju sekund og 45 hundraðpartar.

 

Síðsta føroyska metið setti Cecilia Wigant Eysturdal í 200 metrum frí, við tíðini tveir minuttir, átta sekund og tveir hundraðpartar.

 

Metini hjá Ásbjørg Hjelm eru eisini juniormet. Umframt hana hava eisini Sára R. Nysted og Signhild Joensen sett nýggj føroysk juniormet. Sára R. Joensen setti nýtt met bæði í innleiðandi umfarinum og í finaluni í 200 metrum blandað, meðan Signhild Joensen setti sítt met í 100 metra rygg finaluni.

 

Harumframt hava føroysku svimjararnir vunnið ellivu gullmerki, seks silvurmerki og fimm bronsumerki. 

 

Hjá svimjarunum undir 14 ár, hevur Sára R. Nysted vunnið fýra gullheiðursmerki, Hugin Næs hevur vunnið trý, meðan Rói Bech hevur vunnið eitt. Hugin Næs Lave og Rói Bech vunnu eisini hvør sítt silvurheiðursmerki, meðan Rani Jacobsen hevur vunnið eitt bronsuheiðursmerki. Leggjast kann afturat, at í 400 metrum frí endaðu føroyingar á 1. og 2. plássi. Hugin Næs Lave vann og Rói Bech gjørdist nummar tvey.

 

Í opna bólkinum hava føroysku svimjararnir vunnið trý gullheiðursmerki. Ásbjørg Hjelm vann tvey teirra, meðan Óli Mortensen vann tað triðja. Alvi Hjelm hevur vunnið trý silvurheiðursmerki og Sára R. Nysted eitt, meðan Signhild Joensen, Róland Toftum, Sára R. Nysted og Cecilia Wigant Eysturdal hava vunnið hvør sítt bronsuheiðursmerki.