5 inspirerandi barnakømur

Manglar tær íblástur og hugskot til barnakamarið ella spælikrókin? Eg havi funnið 5 ymisk dømi uppá fitt og hugnalig barnakømur og barnakrókar heima hjá føroyskum instagram-mammum.

 

 

 

@hansinajentoftsdottir hevur innrættað kamarið hjá 3-ára gomlu dóttir síni í róligum tónum og romantiskum stíli. Eitt ordans prinsessukamar við ljósakrúnu, seingjarhimmali og bleytum bamsum. Fá meira íblástur inni á instagram profilinum hjá @hansinajentoftsdottir.

 ##med2##

 

 

 @lisaidali býr saman við soninum í eini hugnaligari íbúð í Finsen. Kamarið hjá soninum er eitt satt barnaunivers við frískum litum og er eitt ordans “apukamar”, sum Lisa kallar tað, við reiggju, reipi og bobbles at at klintra á. Far inn á profilin hjá @lisaidali fyri at síggja meira av kamarinum.

##med3##

 

 

Hetta fitta kamarið, heima hjá @maryhhansen, er eitt paradís fyri børnini. Ein so smartur máti at fáa meira pláss í einum rúmi, við at gera eitt eyka rúm og hems at fara uppá. Hvørji børn høvdu ikki elskað at spælt handil og kokkast í hesum fantastiska lekkra kamarinum? Inni á profilinum hjá @maryhhansen kanst tú síggja miera av hesum flotta kamarinum og eisini hvussu hugnaligt tað er uppi á hemsini.

##med4##

 

 

Elskar tú ljósareytt og didduligt univers? So skalt tú fylgja við hjá @sukursott. Vígdis býr í Århus saman við manninum og 1 ára gomlu dóttrini. Hon hevur gjørt ein so hugnaligan krók til dóttrina við hesum fitta ljósareyða køkinum og uttanfyri hava tey bygt henni eitt so hugnaligt hús, sum tey kalla “diddustova”. Vitja profilin hjá @sukursott um tú ert forvitin eftir at síggja meira.

##med5##

 

 

Líkasum restin av flottu raðhúsunum undir Kongavarða hjá @susannastorustovu, er hetta barnakamarið eisini so flott inrættað og hugsað er niður í minstu detaljurnar. Eitt deiligt dreingjakamar, har sovikrókurin eisini er gjørdur so hugnaligur við hillum undir songini og málaðum húsum á vegginum. Fylg @susannastorustovu fyri at síggja meira.

##med6##

 

 

 

 

 

Malan Justinussen - @justinussenhome