Reyði Krossur Føroya letur 50.000 krónur afturat til tey neyðstøddu í Burma Støðan eftir melduródnina í Burma herfyri er so ring, at Reyði Krossur í Føroyum hevur gjørt av at lata 50.000 krónur aftrat í neyðhjálp.
Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi, sigur við Kringvarpið, at fyri tað mesta er talan um pengar, sum fólk hava givið, og nakað stavar frá sølu í búðini.
-Vita ikki rættiliga hvat pengarnir verða brúktir til, sigur Súni Vinther, men vísir á, at bæði vatnreinsiverk, vatnflóð, og húsamangul krevja pening.