Kapping
Ein rúgva av børnum vóru samlað á Frímerkjadeildini á Argjum fyrrapartin í gjár. Tí í gjár vórðu vinnararnir funnir til frímerkjakappingina, har tvær tær bestu tekningarnar verða útgivnar sum frímerkir í apríl 2002.
10 tær bestu myndirnar av teimum 1173 innsendu myndunum vórðu tiknar burturúr og lagdar út á internetið. Har hava øll, ið hava havt hug kunna atkvøtt fyri, hvat var besta frímerkið. Atkvøðugreiðslan endaði 2. januar 2002 og í gjár fingu tær 10 myndirnar, ið hava ligið á internetinum virðislønir, og vinnarin varð eisini funnin.
Hannibal, Oskar og Angela
Millum børnini í gjár vóru eisini Angela úr Fres, klovurin Hannibal og dukkan Oskar. Børnini høvdu øll fingið hvør sín lutaseðil, og 23 vinningar vórðu burturlutaðir. Angela og Hannibal undirhildu eina løtu og spældu eisini vatnkríggj.
Tá teir 23 vinningarnir vóru fingnir uppá pláss, vórðu vinnarnarnir funnir.
Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya segði, at millum 40.000 og 50.000 frímerkjasamlarar runt um í heiminum bíðaðu eftir sirkusfrímerkjunum, sum børnini høvdu teknað.
Nummar 10 ? 3 fingu handað ein kekk uppá 1000 krónur, meðan nummar tvey og eitt fingu ávíkavist 2500 krónur og 5000 krónur. Sára Zachariassardóttir varð nummar tvey, meðan Anna Katrina Olsen úr Venjingarskúlanum fekk handað 5000 krónur fyri bestu tekningina.