50 ára hátíðarhald við nýggjum mynti

Tjóðbankin kemur við nýggjum minnismyntum fyri at hátíðarhalda 50 ára stjórnartíðina hjá drotningini 14. januar

 

Tjóðbankin gevur út minnismyntir 14. januar í trimum útgávum í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá drotningini. (Arkivfoto). - Foto: Danmarks Nationalbank/Ritzau Scanpix

14. januar eru 50 ár liðin síðani Margreta drotning setti seg á trúnuna. Í hesum sambandi kemur Tjóðbankin við nýggjum minnismyntum í trimum útgávum.

Tað skriva bæði kongshúsið og og Tjóðbankin í tíðindaskrivi í dag.

– Í Danmark er long siðvenja at koma við minnismyntum til serlig høvi í kongshúsinum.

– Tí verður 50 ára hátíðarhaldið hjá drotningini 14. januar 2022 hildið við nýggjum minnismyntum, skrivar Tjóðbankin.

Á forsíðuni á myntunum er ein nýggj vangamynd av drotningini, sum myndahøggarin Kathtine S. Moseholm, hevur gjørt. Vangamyndin er í profili móti høgru. Íblásturin er úr einum pappírsklippi og hevur røtur í minimalistiska høgmyndasiðinum.

Leiðandi sniðgevin hjá Tjóðbankanum, Jeanette Skov Jensen, hevur gjørt motivið á baksíðuni, sum er eitt mynstur gjørt úr talinum 50 til høvið.

Minnismynturin kemur út í trimum útgávum: ein 500-krónu silvurmyntur, ein 20-króna til vanliga nýtslu og ein 20-króna, har motivið er serliga skarpt.

Myntirnir kunnu frá 14. januar 2022 keypast í Det Kongelige Mønts webshop.

Stórir partar av hátíðarhaldinum í sambandi við 50 ára haldið hjá drotningini eru útsettir 10. og 11. september vegna koronustøðuna í Danmark.

Á degnum fyri hátíðarhaldið verða ávís tiltøk kortini á skránni.

Tað snýr seg millum annað um luttøkuna hjá drotningini í statsráðnum og markeringin hjá Fólkatinginum av degnum. Eisini verður kransur lagdur á grøvina hjá Fríðriki 9. og Ingrid drotning í Roskilde Domkirke.

/ritzau/

 

 

 

Tjóðbankin gevur út minnismyntir 14. januar í trimum útgávum í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá drotningini. (Arkivfoto). - Foto: Danmarks Nationalbank/Ritzau Scanpix