50. bók av Fróðskaparritum útkomin

Tíðindaskriv

Í ár hevur Føroya Fróðskaparfelag 50 ár á baki, og í sambandi við 50-ára haldið er eisini 50. bók av Fróðskaparritum komin út.
Permumyndin hesa ferð vísir ikki til eina av greinunum í bókini, sum annars hevur verið vanligt, men er ein heiður til teir tríggjar av stovnarum felagsins, ið mannaðu nevndina fyrstu 25 árini.
Fróðskaparrit royna eftir besta førimuni at fylgja við nýggju tíðini, og frá bók 50 kunnu høvundarnir taka serprent teirra niður um alnótina og senda greinarnar runt knøttin. Samstundis er ein gáva frá Føroya Landsbókasavni til Føroya Fróðskaparfelag á 50-ára degnum talgilding av øllum 50 bókunum, og verður tað arbeiðið ætlandi liðugt summarið 2003.
Føroyski parturin av greinum í Fróðskaparritum hevur í hesum 50 bókunum skift úr 17 upp í 100 %, men í miðal verið 66%. Samstundis er tað sera gleðiligt, at eisini so nógv uttan fyri landið arbeiða vísindaliga við føroyskum viðurskiftum. Í bók 50 er føroyska luttøkan júst tveir triðingar.
Fróðskaparrit 1-50 hava verið fíggjað av Mentunargrunni Føroya Løgtings (nú Mentanargrunnur landsins), og hevur Maud Heinesen, skrivari í Føroya Fróðskaparfelag síðani 1963, skrivað um søguna aftanfyri og samstarvið við grunnin (Fróðskaparrit og Mentunargrunnur Føroya Løgtings).
Danski fornfrøðingurin Steffen Stummann Hansen, ið starvast á Dansk Polar Center, greiðir í greinini A Dane and the Dawning of Faroese Archaeology frá um navngitna danska professaran í búlandafrøði, Gudmund Hatt sála, sum á veg heim úr Grønlandi í 1932 hevur grivið í eini fransatoft við Hvítanes. Kona Gudmunds, Emilie Demant Hatt, ið var listamálari, málaði fleiri myndir, meðan hon og maðurin vóru í Føroyum.
Frá Roskilde Universitetscenter (Ruc) vísir Jørgen Ole Bærenholdt á týdningin av tvørtjóða samstarvi í Útnorðri í greinini The Significance of Transnational Cooperation in Nordic Atlantic Regions.
Tey seinastu árini hava fleiri granskarar viðgjørt William Heinesen og hansara skaldskap, eisini í Fróðskaparritum. Í hesi bók hevur Aage Jørgensen við greinini William Heinesen - et Supplement til hans Bibliografi gjørt greinasavnið um og eftir William meira fullfíggjað.
Málfrøðingurin Hjalmar P. Petersen hevur ótroyttandi viðgjørt málið í Fróðskaparritum, hesa ferð við greinini Quirky Case in Faroese, ið er skrivað, so tað er væl skiljandi eisini fyri granskarar uttan fyri føroyska máløkið.
Tað stóra og tíðarkrevjandi arbeiðið við føroyskum orðabókum hevur nú givið so nógv av sær, at eisini gevst høvi at granska í orðabókum, her við greinini Orð við fremmandum atskoytum í føroyskum orðabókum, sum ein av ritstjórunum á Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini), Marjun Arge Simonsen, hevur skrivað.
Sum lið í eini PhD-verkætlan innan landalæru hevur Lis Elinborg Mortensen, ið starvast á Jarðfrøðisavninum, millum annað kannað fjallaveðrið. Allar veðurstøðirnar í landinum standa nær sjónum, men her er ein veðurstøð sett upp á Sornfelli í 722 m?s hædd. Hanne E. Christiansen og Lis E. Mortensen hava í felag greitt frá hesum í Arctic Mountain Meteorology at the Sornfelli Mountain in Year 2000 in the Faroe Islands.
Fleiri føroyingar kunngera teirra høvuðsritgerð í Fróðskaparritum, eitt nú Magnus Gaard, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum. Hann hevur við greinini ?Myxidium gadi (Georgévitch, 1916) and Myxidium oviforme (Parisi, 1912) in the Gall Bladder of Cod (Gadus morhua L.)? roynt út frá slagnum av snúltarunum í gallbløðruni hjá toski at staðfesta, hvar toskurin hevur hildið til.
Somuleiðis sum lið í PhD-verkætlanunum hava Erla Olsen and Anna Maria Fosaa, báðar plantufrøðingar á Náttúrugripasavninum, í The Mycorrhizal Status in Mountainous Vegetation in the Faroe Islands skrivað um sambandið millum moldsoppar og plantur á fimm fjallasíðum kring landinum.
Ein høvuðsritgerð afturat er prentað í hesum Fróðskaparriti. Ámundur Nolsøe á Lærda Háskúlanum í Århus hevur eisini arbeitt við snultarum og nágreiniliga kannað vistfrøðina hjá øllum snúltarunum í lundum. Úrslitini standa í Ecology of Endoparasites on the Atlantic Puffin (Fratercula arctica grabae (Alcidae: Charadriiformes).
Lívfrøðingarnir Søren Achim Nielsen á RUC og Boy Overgaard Nielsen á Lærda Háskúlanum í Århus hava funnið eitt nýtt slag av bitmýggi herheima, og greiða teir frá tí í The Biting Midge Culicoides impunctatus Goetghebuer, 1920 (Diptera: Ceratopogonidae) recorded from the Faroes.
Eins og í Fróðskaparritum frammanundan verða tey umrødd, ið hava fingið doktaraheiti, og somuleiðis er yvirlit yvir tað, sum granskarar innan- og uttanlands hava útint av vísindaligum verkum av ymsum handa slag árið 2001 um føroysk viðurskifti.
Fróðskaparrit 50. bók er 169 blaðsíður. Haldaragjaldið er 165 kr. um árið, og nýggir haldarar kunnu tekna seg hjá: Føroya Fróðskaparfelag, handan Á 5, Tórshavn, tel/fax 322074, ella við teldupost: [email protected]
Í leysasølu kostar ritið 195 kr.
Mentanargrunnur Landsins stendur fyri seinastu ferð sum útgevari, og Bókamiðsølan hevur enn sum áður søluna um hendur.