50 biðið um grundstykki


 

Klaksvík: Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni 50 umsóknir um grundstykki liggjandi.

Kommunan fer nú at gera eina nýggja útstykking á Helnabrekku, og har verða 24 grundstykki tøk. Hetta tal kann vaksast upp í 38 grundstykki, um útstykkingin heldur fram. Eini 90 grundstykki eru í løtuni á privatum hondum í Klaksvík.

Umframt útstykkingina á Helnabrekku verður eisini roknað við, at nýggja sambýlið og eldraíbúðirnar í Kráarbrekku fara at bøta um búðstaðarmøguleikarnar í Klaksvík.