33 ára gamla Ksenija Karelina kann fáa 15 ár í fongsli fyri at lata hjálparfelagsskapinum Razom 350 krónur. Mynd: TASS

50 dollarar kunnu kosta 15 ár í fongsli

Ksenija Karelina lat hjálparfelagsskapi 50 dollarar – og bleiv skuldsett fyri landasvik

33 ára gamla Ksenija Karelina kann fáa 15 ár í fongsli fyri at lata hjálparfelagsskapinum Razom 350 krónur. Mynd: TASS

Russiska ákæruvaldi hevur biðið um 15 ára langa fongsulsrevsing í málinum móti Kseniju Karelina. Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfaks í dag.

 

33 ára gamla Ksenija Karelina, ið hevur dupultan amerikanskan og russiskan ríkisborgararætt, varð handtikin í Russlandi í januar í ár, skuldsett fyri landasvik.

 

Tað ljóðar ógvusligt, men brotsgerðin er í veruleikanum, at Ksenija hevur latið einum ukrainskt-amerikanskum hjálparfelagsskapi pening – 50 amerikanskar dollarar, ella okkurt um 350 danskar krónur. Hon var í Russlandi og vitjaði familju í russiska ídnaðarbýnum Jektarinburg í Uralfjøllunum, tá hon varð handtikin av russisku løgregluni.

 

“Ákæruvaldið hevur biðið um ein 15 ára langan fongsulsdóm,” sigur verjin hjá Kseniju, Mikhail Musjailov. Ksenija hevur játtað seg sekan í skuldsetingunum, og tí er bara eftir at áseta revsing. Hetta verður gjørt á einum rættarfundi 15. august. Mál um landasvik verða viðgjørd handan afturlatnar dyr, og sambært russisku tíðindstovuni RIA Novosti varð amerikanski aðalkonsulin í Russlandi, Stuart Wilson, vístur av einum rættarfundi í gjár.

 

Óhefta tíðindastovan Sotavision veit at siga, at málið móti Kseniju Karelina verður viðgjørt av sama dómara, sum sendi amerikanska journalistin Evan Gershkovich 18 ár í fongsul fyri njósning. Gershkovich varð seinni leyslatin í einum fangaumbýti.

 

Ksenija Karelina er balletdansari, og hon býr og arbeiðir til gerandis í Los Angeles í Kalifornia. Tær 350 krónurnar, sum nú kunnu kosta henni 15 ár í fongsli, vórðu latnar ukrainskt-amerikanska hjálparfelagsskapinum Razom, sum hevur skrivstovu í New York. Felagsskapurin varð settur í stovn í 2014, og hevur til endamáls at stuðla Ukraina, og eftir innrásina í 2022 hevur felagsskapurin savna inn pening og veitt Ukraina humanitera hjálp. Felagsskapurin hevur heitt á russiskar myndugleikar um at leyslata Kseniju Karelina. Russiska trygdarløgreglan, FSB, hevur ført fram, at peningurin, ið verður latin til Razom, endar hjá ukrainska herinum. Razom hevur savnað saman fleiri enn 88 milliónir dollarar, sum er yvir 600 milliónir krónur.

 

Sambært donsku Kriminalforsorgini, so verða fangar, sum eru dømdir at sita lívstíð í fongsli, í miðal leyslatnir eftir 18 ár.

 

33 ára gamla Ksenija Karelina kann fáa 15 ár í fongsli fyri at lata hjálparfelagsskapinum Razom 350 krónur. Mynd: TASS