50 føroyingar eiga allar Føroyar

Verður landsjørðin seld, kann tað henda, at øll jørð í Føroyum verður miðsavnað á nøkrum heilt fáum hondum

Verður øll tann almenna jørðin í Føroyum einskild, kann tað enda við, at tað verða 50 fólk, sum fara at eiga alla jørð í Føroyum.

 

Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Nú ætlanin hevur tikið seg upp at einskilja landsjørðina, er eitt uppskot frá einum arbeiðsbólki, at tá ið jørðin verður seld, skal eingin kunna leggja so nógv innundir seg, at tey koma at eiga meiri enn tvey prosent av allari jørðini í part.

- Tað merkir, at tað kann henda, at tað verða 50 fólk, sum koma at eiga allar Føroyar, heldur Bill Justinussen.

 

Hann sigur, at hendir tað, fara tað at vera so sterk áhugamál í jørðini, at tað verða jarðardróttirnir, sum fara at avgera, hvør politikkur verður galdandi, og hvørja atgongd, tey, sum einki eiga, skulu hava til at ferðast í haganum.

 

Hann vísir á, at kapitalurin hevur tað við at miðsavnast, og tað fer eisini at henda í hesum føri. Tí er tað so skjótt, at nakrar fáar familjur kunnu koma at ráða yvir stórum parti at Føroya landi.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, sær ongan vanda í hesum. Hann sigur, at tað ber væl til at seta treytir fyri, hvør kann keypa, og hvussu nógv, hvør kann keypa. Tað ber eisini til at forða fyri, at útlendingar sleppa at keypa – hóast tað longu nú eisini eru fólk, sum ikki búgva í Føroyum, sum eiga jørð og aðrar fastar ognir her.

 

Les meiri um ætlanirnar hjá Jacobi Vestergaard at einskilja kongsjørðina í Sosialinum, ið er borin út í hvørt heim í dag.