50 mill. kr. brúktar til førleikamenning

-eftir eru 35 mill. kr.

Oljupengar og førleikamenning



Síðani loyvi vórðu latin til oljufeløg at leita eftir olju við Føroyar í ár 2000 hava feløgini latið umleið 50 mill. kr. til førleikamenning av ymsum slag, men her serliga til at menna vinnuna og ikki minst útbúgvingarverkið. Tá feløgini fingu leitiloyvi bundu tey seg eisini til at lata eina ávísa upphædd, sum skuldi fara til at gera okkum betri før fyri at vera við í eini oljuvinnumenning og at møta avbjóðingunum frá hesi nýggju vinnu. Samlaða upphæddin feløgini lótu var uppá umleið 85 mill. kr. Nú umleið fýra ár eru farin av loyvistíðini eru 35 mill. kr. eftir. Petur Joensen, sum umsitur førleikapengarnar á Oljufyrisitingini sigur við Sosialin, at høvuðsendamálið er, at pengarnir skulu fara til vinnuendamál tvs. bæði beinleiðis til vinnu og til vinnuligar útbúgvingar.

Nú uppgerð er gjørd yvir førleikamenningina, vísir tað seg, at eini 60% av pengunum eru farnir beinleiðis til vinnuna og eini 40% til útbúgvingarverkið. Taka vit útbúgvingarøkið, so er tað fyrst og fremst Fróðskaparsetrið, sum hevur fingið pengar til fleiri av sínum verkætlanum eitt nú PHD, útbúgving av oljuverkfrøðingum ol.

Tað er annars ymiskt, hvat feløgini leggja seg eftir, tá tey játta umsóknum. Eitt felag sum Statoil t.d. hevur í stóran mun lagt seg eftir at stuðla útbúgvingartiltøkum.

Hyggja vit so førleikamenning í vinnuni, so er kanska umleið ein helvt av førleikapengunum har farin til venjing og upplæring.

Nú Petur Joensen hevur umsitið førleikastuðulin øll hesi árini hevur hann bitið merki í, at "forsvinnandi" lítið er farið til leiðslumenning. ?Hetta er kanska eitt sindur tankavekjandi at merkja sær. Ein skuldi trúð, at fleiri fyritøkur í landinum ynsktu at fáa styrk til at menna leiðslurnar, men so er ikki.

Annars vísir uppgerðin , at býtið millum stórar og minni verkætlanir, millum tær, sum geva úrslit her og nú og meira langsiktað er javnt, so alt í alt heldur Petur Joensen, at tað er ikki so galið.

Annars tykist áhugin fyri at søkja um førleikapengar at vera minkandi. Talið á umsóknum er fallandi og eisini hvussu viðkomandi hesar eru innan førleikamenning. Tí tykist tað at vera steðgað eitt sindur upp. Ein orsøk til tað kann vera, at orkan til at hugsa um menning kanska ikki er so nógv til steðar í løtuni.

Oljufyrisitingin sær annars ikki allar umsóknir, sum oljufeløgini fáa. Tær, sum enda á borðinum í Oljufyrisitingini, eru bara tær, sum oljufeløgini ætla at játta. Linjan er tann, at man letur pengar til tað, sum kann setast í samband við vinnuliga førleikamenning.
Úrslitið
Hvat heldur Petur Joensen so um úrslitið av førleikamenningini. ?Vit hava fingið upplæring á oljuøkinum og á nógvum øðrum økjum. Annars var útgangsstøðið at luttaka í oljuvinnuni gott, og tær føroysku fyritøkurnar, sum eru farnar uppí hesa vinnu, hava staðið seg væl sum heild. Spurningurin er so, hvussu vit koma víðari. Her er neyðugt, at føroysku fyritøkurnar gera sær greitt, at útlendsku feløgini seta krøv, og tað skal arbeiðast nógv fyri at fáa sáttmálar. Man má ikki rokna við at faa nakað sum helst serverað. Tað at oljuvinnan er komin inn um markið merkir ikki, at sáttmálarnir koma við av sær sjálvum.

Men tað liggur so eisini ein skylda á oljufeløgunum í sambandi við føroyska luttøku, og tað er at skapa samband millum føroyskar og útlendskar fyritøkur. Petur Joensen sigur, at tað er kanska eitt sindur ymiskt, hvussu tað er við tí, men samanumtikið hava tey flestu feløgini gjørt sína skyldur her.

Sum eitt feskt dømi um hetta nevnir Petur Joensen seinastu avtaluna, sum Atlantsflog hevur gjørt við norska fyritøku um flutningin av oljufólki. ?Hetta er fyrst og fremst føroyska felagnum fyri at takka, men eg rokni við, at Statoil eigur sín part í hesum. Statoil eigur eitt herðaklapp fyri at hava livað upp til henda setningin í avtaluni millum føroyskar myndugleikar og oljufeløgini.

Uppá fyrispurning hvat hann heldur um tær atfinningar, sum hava verið frammi um, at pengarnir frá oljufeløgunum eisini áttu at verið latnir til mentan og gransking í størri mun sigur Petur Joensen, at vit mugu minnast til, at hetta er ein avtala millum landsstýrið og oljufeløgini. Oljufeløgini eru gingin við til at lata hesar pengarnar út frá tí fortreyt, at teir eru til vinnuna og at førleikamenna vinnuna. ?Vit kunnu tí ikki bara siga, at nú vilja vit broyta praksis. Tí hetta eru ikki okkara pengar, men ein avtala er um, hvussu teir skulu brúkast.

Oljufyrisitingin og FOÍB, felagið hjá oljufeløgunum møttust annars í gjár at tosa um, hvussu farast skal fram á eitt nú førleikamennandi økinum, tá tað kemur til eitt nýtt útbjóðingarumfar, tvs. hvørjar tankar oljufeløgini hava gjørt sær um spurningin.

Oljupengar til golfundivísing


Ein av seinastu játtanum av oljupengunum er farin til nakað, sum uttan iva fer at vekja "uppsikt" millum manna, og tað er ein verkætlan at útbúgva føroying til golfinstruktør. Tað eru BP og Amerada Hess, sum hava játtað pengar til hetta økið. Høvuðsendamálið er at umsita ein golfbana, tá tað kemur so langt. Petur Joensen vísir á, at tað í mongu førum verður tosað um, hvat er vinnuligt og ikki. Í hesum málinum var so m.a. eitt tilmæli frá Ferðaráðnum, sum segði, at tað hevur sera stóran týdning fyri ferðavinnuna, at man kann fáa eitt golfvirksemi upp at standa, sum hevur áhuga hjá ferðafólki.

-Hvat sigur Petur Joensen til eina slíka játtan?

-Fyri okkum er hetta ein líka góð vinna sum okkurt annað. Fyri tað at ein verkætlan kki hevur propell ella stert, so kann hon vera góð nokk. Oljufyristingin hevur tí givið hesi ætlan sítt viðmæli.

Í byrjanini vóru førleikapengarnir annars meira oyramerktir til oljuvinnu ella virksemi við tilknýti til hana. Hetta er so broytt við tíðini. M.a. tí at tað er eisini sera torført at siga júst, hvat oljuvinnan umfatar. Petur Joensen vísir á, at oljuvinnan hevur eisini eitt yvirornað mál, sum er at fáa meira vinnuligt virksemi í Føroyum. Tí vóru treytirnar fyri at fáa stuðul eisini víðkaðar nakað herfyri, tá landsstýrismaðurin gjørdi nakrar nýggjar leiðreglur, sum søgdu, at vinna sum heild kemur undir førleikamenningina. Talan er tí um fleiri projekt sum ikki beinleiðis hava nakað við oljuvinnu at gera, ið fáa stuðul. Her er stuðul til ein golfinstruktør eitt. Annað dømi, sum ilkki beinleiðis hevur við oljuvirksemi at gera, er t.d. stuðul sum eitt nú hevur Fiskirannsóknarstovan fingið.