Landsstýrið ætlar, at á leið 50 milljónir krónur skulu leypa av á fíggjarlógini næsta ár.
Sjálv fíggjarlógin fer at javnviga við 4,972 milljardum. Raksturin fer at geva 330 milljónir krónur í avlopi, men av teimum verða 280 milljónir brúktar til íløgur, so sjálvt avlopið er mett at verða 50 milljónir krónur.
Tað er onki sum bendir á, at ávís økir verða munandi hægri raðfest næsta ár í mun til í ár, Samlaðu hækkingarnar í rakstrinum eru 80 milljónir krónur og íløgurnar hækka við 60 milljónum krónum.
Verður hugt at íløgunum, so eru tær í stóran mun raðfestar frammanundan. Ein sórur partur fer til nýggja miðnámsskúlan og til Landssjúkrahúsið, men eisini tunnlarnir til Eysturoynna og til Sandoyar fara við sínum parti av kakuni.
-Sum vant, verða inntøkurnar framroknaðar varisliga. Royndirnar síðstu árini eru, at tað er torført at meta um inntøkurnar hjá landskassanum og um tær broytingar, sum kunnu koma fyri av ymiskum tiltøkum, skatta- og avgjaldsbroytingum og øðrum viðurskiftum, skrivar landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar um fíggjarkarmar.
Sagt verður eisini, at inntøkumetingarnar eru bygdar á, at vit fáa ein vøkstur uppá trý prosent í bruttotjóðarúrtøkuni í 2017 í mun til 2016.
Við at lesa uppskotið og viðmerkingarnar sæst, at landsstýrið framvegis byggir ein stóran part av fíggjarpolitikkinum á, at stórar broytingar verða gjørddar í fiskivinnuni, pensjónsmálum og í heilsuverkinum.
Nevnt verður, at verður hugt eftir haldførinum í búskapinum uppá longri sikt, so er hetta neyðugar broytingar, sum mugu gerast.
Bygnaðarliga hallið er aftur nevnt og tað verður sagt at vera einar 150 milljónir krónur. Landsstýrið roynir at fáa hetta hall burtur komandi trý árini.
Samanumtikið byggir ein stórur partur av játtanarkarminum fyri 2017 á, at tey vallyfti, sum samgongan gav undan valinum, verða sett í verk í ár og í 2017