Føroyar eiga tilsamans 25.000 tons av botn fiski í Barentshavinum og á Flemish Cap.
Vektin er, tá fiskurin er avhøvdaður og kruvdur.
Í meðal fáa skipini 25 krónur fyri hvørt avhesum kilo, sum tilsamans gevur eina inntøkuuppá 625 milljónir krónur.
Fiskurin verður vanliga seldur enda brúkaranum fyri 75 krónur kilo, so í veruleikanum fáa Føroyar og føroyingar ein triðing av tí,sum fiskur verður latin endabrúkaranum fyri.
Í øllum tosi um fiskivinnu hevur altíð verið sagt, at Føroyar sum land eigur at fáa meira burturúr tí fiski vit fiska, millum annað við at virðisøkja fiskin í Føroyum.
Tá ið talan er um føroysku kvoturnar, so ,kann hetta gerast við at seta krøv til, at allurfiskurin verður virkaður í Føroyum. Lógin sigur, at fiskurin skal um føroyskan bryggjukant, menikki at hann skal latast føroyskum virkjum.
Meir liggur eftir
Eyðsýnt er, at verður fiskurin virkaður á før oysku virkjunum, so liggur nógv meira eftir í Føroyum.
Á Vaðhorn siga stjórin og virkisleiðarin, at tað hevði givið 12,50 krónur pr kilo afturat til føroyska samfelagið og hevði havt við sær, at vit nú fáa ein triðing av prísinum, men hetta hevði gjørt at so liggur helvtin eftir í Føroyum ímun til tað sum endabrúkarin letur fyri vøruna.
So siga vit, at vit fáa 625 milljónir nú fyrihesi 25.000 tonsini, so fáa vit – altso føroyska samfelagið 312 milljónir afturat við at virðisøkjavøruna í Føroyum, sigur Jógvan Gregersen.
Hann sigur, at av hesum fara meira enn 100 milljónir beinleiðis til lønir. Við í roknstykkinum er heldur ikki tað, sum hetta fer at hava við særtil undirveitarar av ymiskum slag.
Virðislinjan vísir rættukliga greitt, hvussu hetta hongur saman.
Eitt kjak sum er eftir at taka er, hvussu tað kann bera til at fáa allan fiskin til virking í Føroyum. Hetta er roynt fyrr, tá ið avgjald var lagt á makrel, sum var landaður uttanlands.
Tað hevði eisini borið til at gjørt her. Fiskurin, sum fer óviðgjørdur av landinum kann fáaálagt eitt gjald uppá eina tværtríggjar krón ur, so hann ikki fer, bert tí onkur á láglønar marknaðunum bjóðar nøkur oyru meira fyri kilo, sigur Jógvan Gregersen.
Í politisku skipanin verður sagt, at hetta er torført at seta inn í lógina, men vísast kann til, at tá ið føroysk skip fiska lodnu, so er ein treyt at lodnan skal landast til íslendsk virkir.
Onkur í politisku skipanini sugr, at hetta við at leggja gjald á við lóg, kanska ikki er tað smartasta og ikki er í tráð við tíðina. Grannalondini duga heldur betur enn vit at leggja forðingar inn av ymiskum øðrum slag.
Men tað kundui vit sjálvandi eisini gjørt, til dømis við at seta sum treyt, at verður fiskurin ikki virkaður í Føroyum, so kunnu kvoturnar minka komandi árið – ella okkurt líknandi, sigur Jógvan Gregersen.
(NB! høvundurin ger vart við, at stjórin á Vaðhorn og høvundurin eru beiggjar)
50 prosent meira til føroyska samfelagið 50 prosent meira til føroyska samfelagið
Eitt einfalt roknistykki vísir, at verða botnfiskakvoturnar úr barentshavinum og flemish cap virkaðar í føroyum, verða tær virðisøktar 50 prosent
info
4. januar 2019 kl. 13:11
Mest lisið hesa vikuna
Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól
10. november kl. 22:37
Aksel ger útlendskt øl dýrari
9. november kl. 23:20
Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj
10. november kl. 13:35
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
7. november kl. 12:00
Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum
7. november kl. 19:00
Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya
11. november kl. 13:05
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Nations League: Moldova vann á Kasakstan í okkara bólki
24 minuttir síðan
Tíðindi
Samgongan vil bíða við at yvirtaka løgregluna
47 minuttir síðan
Myndasøvn
Myndir: Jólabýurin í SMS
2 tímar síðan
Fótbóltur
Jákup verður á miðvøllinum
2 tímar síðan
Tíðindi
Poul Andrias er rokkstjørnan
2 tímar síðan
Tíðindi
Donsk-føroyska DÓTTIR við seinasta staklagi áðrenn heildarútgávu
2 tímar síðan
Fótbóltur
Tað styttist millum Viljorm og Jóan Símun
3 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: Zug hevur eina lítla favorittstøðu móti Neistanum
4 tímar síðan
Tíðindi
Anna Katrin og NJYD við nýggjum verki í 10 satsum
5 tímar síðan
Tíðindi
Atli: Fara fyrst og fremst eftir avrikinum (VIDEO)
6 tímar síðan
Tíðindi
Hagen Vinter við vetrarútgávu
6 tímar síðan
Tíðindi
Pochettino tekur við í Manchester United
8 tímar síðan