50 ár síðan Tónleikarfelagið

Tríggjar fløgur við gomlum perlum koma á marknaðin, sum minni um, at 50 ár eru liðin, síðani Tónleikarfelagið varð sett á stovn

Tónleikur

 

Tónleikarfelagið var stovnað mánakvøldið 14. apríl 1958. Teir, sum møttu til stovnandi aðalfundin, vóru: Jákup (Aggo) K. Mouritsen, Leivur (hjá Fritleifi) Johannesen, Jens Chr. Knudsen, Jóan Petur (hjá Liffu) Gregoriussen, Bjarni (Simme) Arge Jacobsen, Páll Johannesen á Lag og Tórður Debes Joensen (nú Jóansson).

Tónleikarfelagið var eitt ógvuliga virkið felag. Nevnd og limir skipaðu fyri nógvum ymiskum tiltøkum, t.d. dansi, tónleikavenjing, kjaki um tónleik, fyrilestrum og útvarpssendingum. Hesar útvarpssendingar bóru tónar frá felagslimunum út um alt Føroya land, og vóru tær sera væl umtóktar. Útvarp Føroya eigur í dag eini trettan bond frá “Tónleikarfelagnum”, sum er at gleðast um, tí hetta er virðismikið tilfar.

Tónleikarfelagið livdi sítt fríska lív í eini trý ár, og Útvarp Føroya eigur fleiri enn 100 løg, sum Tónleikarfelagið hevur spælt inn á band. Av teimum eru umleið 80 sangir á hesum trimum fløgunum. Sungið verður á føroyskum, øðrum norðurlendskum málum, enskum og týskum. Nakrir av tónleikarunum og sangarum, sum eru á hesi fløgu eru: Nicolina, Eyðbjørn, Áslakkur, Hjørleif, Hermann, Hannis, Hallgrím, Luddi, Jákup Luth, Tórður, Haldane, Jógvan Skaale, Simme og mong onnur. Hesi syngja m.a. kendu sangirnar: “Teir sigla”, “Tann vinurin kæri”, “Sig mær farvæl”, “Lívið”, “Mín fyrsta flamma” “Eg hugsi um teg”, “Hin seinasta vaktin” og mangir aðrir sangir, sum eru sungnir á øðrum norðurlendskum málum, enskum og týskum.

Tað er eingin ivi um, at Tónleikarfelagið hevur flutt mørk innan føroyskan tónleik, bæði hvat ið sjálvum tónleikaslagnum (popptónleiki) viðvíkur og á málsliga økinum. Tey vístu samtíð og eftirtíð, at føroyskt mál er so mikið rúmsátt, at tað væl kann nýtast til popptónleik, og sigast má, at tey harvið vunnu føroyskum máli eitt máløki afturat.

Eitt, sum eyðkennir tónleikin og orðini, er, at hetta eru einfaldir og erligir poppsangir, og man hetta vera ein orsøk til, at so nógvir teirra gjørdist væl umtóktir. Av sonnum kann sigast, at tey í felagnum reistu ein varða í føroyskari tónleikasøgu.

Nú hálv øld er runnin, síðan Tónleikarfelagið var stovnað, verða limir felagsins heiðraðir á henda hátt, tí teir hava givið landsmonnum sínum so nógvar og góðar upplivingar við teirra glaða og livandi tónleiki. Vónandi tekur tjóðin væl ímóti - einaferð enn.

Kringvarp Føroya gevur út, og tað eru Jóannes Jakobsen og Tórður Johannesarson, ið hava samskipað arbeiðið.