50 ár síðani fyrstu útgávuna hjá The Doors

Tíðin gongur skjótt, og hálv øld er síðani, at The Doors komu við fyrstu plátuni.

Tann 4. januar vóru 50 ár liðin, síðani kendi bólkurin The Doors kom við fyrstu útgávu síni, ið hevði navn eftir bólkinum sjálvum.

 

Plátan kom í januar, men tað var tó í mars í 1967, at tónleikurin kom á hittlistarnar í USA, og bólturin fór á rull.

 

The Doors høvdu spælt á ymsum klubbum í eitt ár, og høvdu harvið vant tey 11 løgini, ið komu á plátuna, rættiliga væl.

 

Tað tók tí bert 6 dagar at innspæla plátuna, tó at fyrsti dagurin í upptøkuhølunum gav limunum í The Doors høvuðbrýggj, tí teir vistu ikki, at tað ikki var sum at standa á palli, tá ein spælir tónleik í upptøkuhølunum, og at sama ljóð ikki er í upptøkuhølunum, sum á palli.

 

Bólkurin, og sangarin Jim Morrison, skrivaðu seg í rocksøguna við hesi útgávuni, og tí, teir seinni góvu út. Eftir fyrstu LP plátuna í januar 1967 gekk skjótt, og longu í apríl kom Light my Fire sum single.

Útgávur komu út fram til 1972.

 

Jim Morrison doyði í juli í 1971.