Skjótt gongur tíðin. Júst í dag, 30. juli eru liðin 50 ár síðani Ongland vann HM í fótbólti, sum er einasta heitið, sum landið, sum uppfann fótbóltin, sum spæl, og uppfann reglarnar hevur vunnið í altjóða fótbólti.
30. juli í 1966 møtti Ongland Vesturtýsklandi í HM-finaluni, sum var leikt á einum fullsettum Wembley leikvølli.
Helmut Haller legði Vesturtýskland á odda longu eftir 12 minuttirs spæl. Seks minuttir seinni javnaði Geoff Hurst til 1-1. Martin Peters legði Ongland á odda 2-1 í 79. minutti, men í 89. minutti javnaði Wolfgang Weber til 2-2, og neyðugt var við longdari leiktíð.
Í longdu leiktíðini skoraði Geoff Hurst tvey mál fyri Ongland, men týskarar tvíhalda enn tann dag í dag, at málið til 3-2 hjá Geoff Hurst ikki var eitt mál. Sambært týskarum fór skotið hjá Geoff Hurst uppundir yvirleggjaran, og so niður á málstrikuna. Bólturin var ikki heilur innanfyri sambært týska sjónarmiðnum. Men dømt var, og beint áðrenn seinasta bríksl staðfesti Geoff Hurst sigurin, tá hann skoraði til 4-2. Talan er um stoltastu løtuna hjá Onglandi nakrantíð. Bert tvær ferðir síðani 1966 hevur Ongland verið á gáttini til at koma í HM- og EM- finalur. Bæði í HM-hálvfinaluni í 1990, og í EM-hálvfinaluni í 1996 fingu týskarar søta hevnd fyri málið hjá Geoff Hurst til 3-2 í HM-finaluni í 1966. Týskarar vunnu báðar hesar hálvfinalur aftaná brotssparkskappingar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá HM-finaluni í 1966.