Mánadagin 1. februar eru 50 ár liðin síðan røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum gjørdist sjálvstøðug deild, og tá varð Sanna Dahl Niclasen eisini sett sum yvirlækni á deildini.
Frammanundan var táverandi Dr. Alexandrines Hospital blandað sjúkrahús. Í samband við at Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn, varð ein treyt at hesin varð knýttur at einum sokallaðum 3-deildum sjúkrahúsi, og tá varð sjúkrahúsið býtt sundur á skurðdeild, heiliráðdeild og røntgendeild.
Røntgendeildin hevur verið í støðugari menning øll hesi árini. Fyri skjótt 4 árum síðani varð alt røntgenvirksemið talgildað, og við hesum eru røntgendeildirnar á teimum trimum sjúkrahúsunum knýttar saman í eina eind.
Móttøka verður á røntgendeildini mánadagin 1. februar frá kl.14 til kl.16 fyri fyrrverandi og núverandi starvsfólki.