50 ára starvsdagur

Berint Johannesen, sum starvast sum maskinførari hjá Landsverki kundi 1. juli hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag.

Hann fekk í hesum sambandi handað “Hendes Majestæts Dronningens fortjenstmedalje i sølv”.


1. juli hevði Berint Johannesen 50 ára starvsdag, og í hesum sambandi var leiðslan á Landsverki, nærmastu starvsfelagir og nærmasta familjan hjá Berint innboðin til hátíðarhald í kantinuni á Landsverki týskvøldið 7. juli.


Hetta er fyrstu ferð stovnurin kann hátíðarhalda 50 ára starvsdag, og er hetta sjálvandi sera stórur dagur bæði fyri Berint, men eisini fyri Landsverk, sum 1. apríl í fjør rundaði 60 ár.


Torkil Olsen, leiðari á framleiðsludeildini, bar fram røðu og ynskti Berint hjartaliga tillukku við starvsdegnum. Eisini handaði hann Berint eina gávu og blómutyssi frá stovninum, umframt ”Hendes Majestæts Dronningens fortjenstmedalje i sølv” og tilhoyrandi heiðursbræv fyri drúgva tænastu.


Berint byrjaði í starvi hjá Landsverki, tá Landsverkfrøðingurin, tann 1. juli 1959. Berint var tá einans 18 ára gamal. Hetta var annars tíðin, tá ið stórar broytingar vóru í fiskivinnuni. Tey nýggju línuskipini byrjaðu tá at koma til Føroya og flestu ungir menn fóru til skips við hesum nýggju skipum. Hóast hesa gongd millum aðrar unglingar, so valdi Berint longu tá sítt lívsstarv hjá Landsverki.


Fyrsta arbeiðið, hann var við at gera, var vegurin til Nato-støðina í Mjørkadali. Fram til miðskeiðis í 70-árunum starvast Berint sum maskinførari við vegarbeiði, og var við til vegagerðina millum Havnina og Norðstreym, og Hósvík og Tjørnuvík. Eftir tað hevur Berint starvast í Hundsarabotni sum maskinførari.


Í sínari takkarrøðu fortaldi Berint um arbeiði hjá sær á Landsverki. Millum annað tosaði hann um tíðina, tá ið hann arbeiddi í kavaruddingini. Tá koyrdu teir maskinur uttan førarahús, og tað var ikki tespiligt at fara út at rudda kava í slíkum maskinum. 


www.lv.fo