Tey høvdu roknað við umleið 200 fólkum, men tað kom mangt slíkt, tá felagið Skarðsbygd skipaði fyri minningarhaldið á Skarði. Tollaksmessudag í 1913 sjólótust allir arbeiðsførir menn í bygdini, og nú 100 ár eftir sorgardagin varð hetta markerað, tá ein standmynd, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, varð avdúkað, umframt ein ørgrynna av øðrum tiltøkum var á skránni.
Talan var nevniliga um ein rættiliga rúgvusmikla skrá, sum byrjaði klokkan níggju á morgni við gongutúri úr Kunoy, tá gingið varð uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Hálvan tíma seinni fór Dragin úr Klaksvík og norður um Nakkin. Klokkan tíggju fóru til gongu úr Haraldssundi og norður til Skarðs, og millum hálvgumtíggju og eitt fluttu bátar fólk úr Haraldssundi til Skarðs.
Soleiðis komu fólk úr ymsum ættum og á ymsan hátt til avtoftaðu bygdina, har hátíðarhaldið byrjaði klokkan tvey seinnapartin, men áðrenn tað varð skipað fyri stuttum gongutúri niðan í Skarðdal.
Fjølbroytt minningarløta
Sjálvt minningarhaldið var ógvuliga fjølbroytt. Jógvan Fríðriksson, Jóan Pauli Joensen, Óluva Klettskarð og John Michael Damberg fluttu fram røðu, umframt at nevndin eisini segði nøkur orð. Fløggini vórðu eisini vundin í fulla stong og sangurin, sum Hans Jacob Glerfoss gjørdi um Skarðsbygd, varð sungin..
Harumframt greiddi Hans Pauli Olsen, listamaður, frá standmyndini, tá hon varð avdúkað.
Vælnøgdir fyrireikarar
Kári Klettskarð í Kongsstovu var ein av fyrireikarunum av minningarløtuni á Skarði, og hann var sera væl nøgdur við tiltakið.
- Tað gekk ógvuliga væl. Her vóru eini 500 fólk, og so nógvum høvdu vit als ikki roknað við. Tað vóru eisini nakrar fínar røður, tað gekk væl at flyta fólkini aftur og fram, so vit eru sum heild væl nøgd, segði Kári Klettskarð í Kongsstovu, tá minnigarhaldið var av.
Kvøldseta í Haraldssundi
Komin aftur av Skarði var kvøldseta í Haraldssundi, har fólk fingu fiskasuppu og smurt breyð. Á skránni vóru millum annað tónar frá Hanusi G. Johansen og Niels Midjord. Eisini helt Andrass Sólstein fyrilestur og Hansa Glerfoss segði nøkur orð, umframt at eisini felagssangur varð sungin.