500 innbrot jólaaftan

Jólastuldurin heldur fram á leiðini kring Århus, og kring alt Danmark Tað tykist av álvara, sum jólatjóvar hava valt sær økið kring Århus sum eitt yndisstað til at fremja innbrot. Klokkan 7.00 í morgun danska tíð vóru 61 innbrot fráboðaði til løgreglustøðina í Århus. Tað sigur vaktarleiðarin, Jens Rønberg við Aarhus Stiftstidende.

Umleið 500 fráboðanir um innbrot vóru latnar inn kring alt Danmark í morgun. Århus einsamalt stendur fyri 12 prosentum av øllum innbrotunum. Løgreglan væntar nógv fleiri fráboðanir, tá nógv húski venda aftur frá jólahaldum aðrastaðni í Danmark.

Jens Rønberg sigur við Aarhus Stiftstidende, at tað er serliga Hasselager, sum hevur verið meint rakt av innbrotum. Enn hevur løgreglan ikki handtikið nakran fyri tey mongu innbrotini á leiðini kring næststørsta danska býin, Århus.