Aftur í ár skipar Smyril Line fyri jólatúri til Skotlands.
Í fjør lá leiðin til Aberdeen, meðan ein í ár hevur valt at leggja til bryggju í Inverness.
Áhugin fyri hesum túrunum er stórur. Nógv fólk var við í fjør, og nú lagt verður frá landi eru omanfyri 500 keypshugaðir føroyingar umborð.
- Nú sigur hann frá góðum veðri. Tað kundi tí altíð hent, at eini 50 fólk aftrat tekna seg, áðrenn vit fara avstað, verður sagt av Smyril Line.
Talan er um eina ódýra ferð til eitt land við stórum úrvali av vørum, somuleiðis fyri ein bíligan penga.
Smyril Line syrgir fyri at øll hesi mongu fólkini finna fram til tey mest áhugaverdu innkeypsstøðini í býnum.
Umborð á Norrönu verður góður jólamatur at fáa og undirhald, m.a. við føroyska bólkinum Friends.
Sjónvarpslið umborð
Meðan Norröna liggur í Inverness fær skipið tríggjar serstakar gestir umborð.
Talan er um tríggjar arbeiðsleysar bretar, sum tær komandi tvær vikurnar sleppa at royna, hvussu tað er at arbeiða umborð á einum slíkum vælútgjørdum skipi.
Saman við teimum kemur eisini eitt sjónvarpslið frá sjónvarpsrásini Discovery, sum í vár fer at gera eina sending við og um hesar tríggjar bretarnar. Heitið á sendingini er “Hard Labour” og er roynd áður, við sera góðum viðmerkingum frá síggjarum.
Nú er tað altso Norröna, og harvið eisini Føroyar sum ferðavinnuland, sum verður víst fram. Tí er ikki óhugsandi, at nógv fer at verða gjørt burtur úr teimum hesar komandi tvær vikurnar.