Sambært Hagstovuni, so verða vit 50.000 fólk í Føryum í mars ella apríl næsta ár.
– Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum sep. 2014 – sep. 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum sep. 2015 – sep. 2016: At nú er nettotilflyting alt árið uttan í august, at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan, og at longu í september er augustfráflytingin aftur vend til tilflyting.
Soleiðis skrivar Hagstovan, nú nýggjastu íbúgvaratølini verða løgd fram.
– Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum. Verður trendurin næstu mánaðirnar á leið tí, sum hann nú vísir, veksur fólkatalið skjótt upp móti teim 50.000, og kann koma upp har á komandi vári, kanska longu í mars-apríl.
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan Sandoyar sýslu – og eisini ein lítil vøkstur í Suðuroyar sýslu.