Í dag eru liðin 51 ár síðani John Fitzgerald Kennedy var myrdur í Dallas í Texas.
Tey, sum eru nóg gomul, minnasst enn tann dag í dag, hvar tey vóru tann dagin Kennedy var myrdur.
Hetta var ein fríggjadag, og Kennedy var farin til Texas fyri at greiða eina ósemju millum teir konservativu og liberalu í Demokratiska flokkinum.
Hann var farin úr Hvítu Húsunum hósdagin og vitjaði fyrst Houston og síðani Fort Worth, áðrenn leiðin morgunin eftir gekk til Dallas.
Haðani var ætlanin at halda fram til Austin, áðrenn forseta familjan skuldi halda vikuskifti á garðinum hjá varaforsetanum, Lyndon B. Johnson.
Hesar ætlanir vórðu tó steðgaðar klokkan 12.30, meðan forsetabilurin var á veg oman eftir Elm Street í »downtown« Dallas, tá knappliga nøkur skot ljóðaðu. Forsetin var raktur, og eia skotið sprongdi part av nakkanum út.
Koyrt var við ferð til Parkland Memorial Hospital, har læknarnir royndu at pjøssa upp á forsetan sum frægast, men tað stóð teimum beinanvegin greitt, at har var einki at gera.
Fatur var skjótt fingið á Father Hubert, sum gav forsetanum »the last rites«, og síðani var John F. Kennedy sagdur deyður at vera klokkan 13.00.
Kennedy-morðið verður enn í dag roknað sum størsta morðgátan í nýggjari tíð, og spurnarkanningar hava javnan víst, at heilt upp móti 80% av amerikanarunum ikki trúgva almennu kanningini sum segði, at tað var Lee Harvey Oswald, sum einsamallur hevði myrt forsetan.
Lee Harvey Oswald var sjálvur skotin og myrdur tveir dagar seinni, tá náttklubbaeigarin, Jack Ruby tók hansara lív.