52 ferðamannaskip vitja í ár tilsamans

Sambært seinastu yvirlitunum koma 52 ferðamannaskip til Føroya á vitjan í ár tilsamans. 48 teirra leggja at í Havn, og hini fýra í Ánunum.

 

Einki ferðamannaskip er skrásett at koma til Runavíkar í ár, sambært heimsíðuni hjá Runavíkar havn.

 

Ársins fyrsti summargestur, Spitsbergen, kom úr Kirkwall í Skotlandi til Havnina 16. mai.

 

Síðsta útlendska ferðamannaskipið, ið vitjar í Føroyum í ár, Viking Sea, leggur somuleiðis kemur á Havnina 20. september.

 

Í Ánunum hava tvey skip verið á vitjan higartil í ár. Fyrst Crystal Symphony, sum legði at 3. juni, og síðani Adonia, sum legði at 2. juli. Tvey skip koma til Ánirnar aftrat í ár. Oriana kemur 20. august, og síðsti summargesturin í Klakvík, Astor, leggur at 27. august, sambært Klaksvíkar havn.

 

Talið av ferðamannaskipum, ið vitja Havnina, er hækkað við níggju skipum síðani í fjør. Í fjør, tá tey vóru 39 í tali, fanst ferðavinnan at grundlógini og nógv umtalaðu fráboðanarskylduni, sum kostaði ferðavinnuni tíggjutals milliónir.

 

Til samanberingar komu 63 ferðamannaskip á Havnina í 2015.