Bæði Betty og Jógvan við Keldu hava frá byrjan vitað, hvat tað var, sum dró tey saman, og hava verið samd um, at tey ikki skulu umforma hvønn annan ella broyta identitetin hjá hvørjum øðrum. Hóast tey hava verið ósamd um mangt gjøgnum árini, so hevur skilnaður ongantíð verið upp á tal.
Í grein í Sosialinum, sum er á gøtunum í morgin ári, er long samrøða við kenda politikaran Jógvan við Keldu og konu hansara Betty við Keldu, sum hava verið gift í 52 ár. Tey hugleiða um lívið og um hvat tað er, sum hevur hildið tey saman, hóast tey eru sera ymisk í lyndi og hava ymisk áhugamál.
-Tað eru nógv orð, sum høvdu verið betri ósøgd og gerðir sum vóru betri ógjørdar, sigur hann erliga.
Tað er heldur ikki altíð, at tað er tann stóra ósemjan sum elvur til klandur millum hjún. Av og á er man eisini óklárur nakrar dagar yvir okkurt lítið orð, sum hevur irreterað makan, ella vanar sum knappliga vera ótolandi, greiða tey frá.
- At liva uttan ósemju er ótrúliga undunarsamt. Tað sum man lærir við árunum er, hvat sárar hin og ikki er altíð tørvur á at siga alt, sum man hugsar, sigur Jógvan við Keldu.
Les meir um Jógvan við Keldu umframt stórt tema um hjúnaskilnað í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.