Í Vágum hava fólk savnað inn undirskrivtir til tess at mótamæla, at felagið Se-Wave saman við SEV ætlar at byggja eitt alduorkuverk og ein veg út í Nìpu, sum er eitt av Føroya vakrastu náttúrøkjum.
- Hetta royndarverk fer ikki at geva meira enn ein Vindmylla, og hetta kemur at hava ein oyðandi ávirkan á allan heiðafuglin, sigur Gunnar Rasmussen Nattestad vegna stigtakararnar, sum hava sent bygdarráðnum og Friðingarnevndini í Vágum mótmælið.