Í oktober vóru 25.512 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað eru 527 fleiri enn fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan. Sostatt heldur gongdin fram, ið nú hevur hevur staðið við í næstan trý ár, har tað hevur verið ein lítil tilgongd av løntakarum hvønn mánað síðan ársbyrjan 2014.
Frammanundan var gongdin tann øvugta, har fíggjarkreppan í 2008 førdi við sær eina stóra afturgongd, frá 26.000 løntakarum til 23.500 í 2012.
Í hesari øldini var stór framgongd fyrstu árini. Hetta var endin á stóru framgongdini eftir kreppuna í nítiárunum. Í 2003 steðgaði vøksturin og ein lítil afturgongd var nøkur fá ár, har ein orsøk var, at alivinnan fór fyri bakka. Men afturgongdin vardi stutt, tí síðan kom stóri vøksturin fram til fíggjarkreppuna. Sjálvt um tað hevur verið vøkstur seinastu trý árini, so er framvegis ikki alt vunnið innaftur í mun til toppin í 2008.