Nú nærkast av álvara til, at tunnilstoymini, ið arbeiða í Eysturoyartunlinum, kunnu hátíðarhalda, at hol er ígjøgnum millum Eysturoynna og Streymoynna.
Í vikuligu dagføringini hjá tunnilsfelagnum á Facebook, verður staðfest, at nú eru einans 529 metrar eftir at spreingja millum Eysturoynna og Streymoynna.
Harumframt verður upplýst, at tað eru 138 metrar eftir spreingja í teininum frá rundkoyringini og móti Rókini.
Upplýst verður eisini, at tilsamans eru sprongdir 10.571 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, harav 148 metrar blivu sprongdir í síðstu viku.

529 metrar eftir at spreingja

