54 handtikin á havnalagnum í Esbjerg

Seinasta samdøgnið handtók løgreglan níggju yngri albanar, sum royndu at sleppa sær ólógliga til Onglands.

Higartil í ár hevur løgreglan í Suðurjútlandi handtikið tilsamans 54 fólk í samband við, at tey hava uppihildið sær ólógliga í havnini í Esbjerg, og seinasta samdøgnið eru níggju ungir menn handtiknir á havnalagnum.

Løgreglan sigur, at menninir vórðu handtiknir, tá funnið varð fram til, at teir høvdu krógvað seg í lastbilum við tí endamáli at koma sær ólógliga við DFDS-ferju til Onglands.

- Í hesum førinum var talan um yngri albanskar menn, sigur løgreglan í Suðurjútlandi í tíðindaskrivi.

Menninir høvdu sníkt seg inn á innhegnaða terminal-økið í havnini og høvdu krógvað seg í lastbilum. Teir eru nú skuldsettir og verða hildnir aftur við ætlan um útvísing og innferðarbann til Danmarkar.

Løgreglan hevur leingi hildið eyguni við støðuni í Esbjerg, og tey koyra javnan í økinum, eins og tey hava eitt gott samstarv við DFDS og Esbjerg Havn um støðuna.