54 m/s á Porkerishálsi

Tað er av mesta vindi kring landið í løtuni. Men sum skilst verður uppaftur meiri vindur fram móti midnátt.

Veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa greitt, at mesti vindurin er sunnanfyri – serliga í Suðuroynni.

Her vísir yvirlitið, at fyri 10 minuttum síðani vóru upp í 54 metrar um sekundið á Porkerishálsi og um 50 m/s á Norðradalsskaði.

Í Suðuroynni er eisini boðað frá skaðum. M.a. visti Suðuroyarportalurin at siga frá, at síðurnar á gamla Sagverkinum í Lopra eru farnar. Heitt verður í hesum sambandi á fólk um halda seg innanveggja.

Sandoyarportalurin skrivar heiman av Sandi, at har hevur sløkkiliðið havt úr at gera í dag. Teir hava higartil fingið tríggjar fráboðanir um skaða. Serliga ringt er tað á staðnum tey kalla Úti í Bø.

Annars kann sigast, at minsti vindurin beint nú er á Tjørnuvíkarvegnum. Har er vindferðin einans millum 7 og 19 metrar um sekundið.

Norska veðursíðan yr.no sigur, at í løtuni er hann í miðal 37 metrar um sekundið av útsynningi-suðuri, og fer at vaksa vindin fram móti midnátt til 40 m/s. Og fer síðani at minka aftur, men ikki fyrrenn seinnapartin í morgin verður vindferðin nærri teimum 14 m/s.

(savnsmynd)