545 fleiri føroyingar

Seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið meira enn 1 prosent

 

Uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísur, at fólkatalið í Føroyum er vaksið við 545 fólkum seinasta árið.

1. oktober í 2013 búðu 48.054 fólk í Føroyum, og seinasta dagin í september í ár var fólkatalið vaskið upp í 48.599. Hetta er ein vøkstur á 1,1 prosent.

Fólkatalið er vaksið í øllum sýslum uttan í Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við 0,9 prosentum, og í Suðuroyar sýslu, har fólkatalið stóð í stað.