Á oyggjaleikunum í summar á suðurensku oynni, Isle of Wight vunnu føroysku íðkarnir 55 heiðursmerki. Isle of Wight var reint idyliskt og sæð við ferðamannaeygum ein góð uppliving. Men sæð við ítróttareygum, so vóru umstøðurnar ikki nógv meir enn fjórðbest, og samskipanarliga og tøkniliga haltaði nógv, sum gjørdu umstøðurnar hjá ítróttarfólki, ítróttarleiðarum og fjølmiðlafólki rættiliga torførar á mangan hátt. Tey sum høvdu verið til oyggjaleikirnar á Isle of Wight í 1993 søgdu sum var, at umstøðurnar vóru lítið, fyri ikki at siga einki bøttar farnu 18 árini. GSM-sambandið og netsambandið var eisini rættiliga tilafturskomið, og tað hoyrir ongastaðni heima í 2011.
Oyggjaleikaforsetin, Jørgen Petterson helt tó fyri, at ein mátti skilja, at talan var um ein fátækan part av Onglandi, og at ein tí ikki kundi vænta sama tøkniliga støði, sum á oyggjaleikunum á Álandi í 2009. Tað er møguliga rætt, men tað kundu vit fjølmiðlafólk ikki brúka til so nógv. Ìtróttarliga kunnu vit tó ikki klaga um at enda á einum samlaðum fjórða plássi við 20 gullheiðursmerkjum, 20 silvurheiðursmerkjum og 15 bronsuheiðursmerkjum. Fólkaríku bretsku oyggjarnar, Guernsey, Isle of Man og Jersey vóru frammanfyri Føroyar á heiðursmerkjayvirlitinum.
15 gull í svimjing
Sum so ofta áður, so vóru tað serliga svimjiúrslitini sum munaðu í tí samlaða føroyska roknskapinum. Tað var ein sera, sera spennandi kapping millum Guernsey og Føroyar um at gerast tann besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar. Bert ein hársbreidd manglaði í hjá okkara svimjarum at gerast besta svimjitjóðin á leikunum. Tað endaði við 15 gullmerkjum til Guernsey og 15 gullmerkjum til Føroyar, 12 silvurmerjum til Guernsey og 12 til okkara svimjarar, og so 11 bronsumerki til Guernsey og seks bronsumerki til Føroyar. Føroyar vann tað óalmennu kappingina 8 x 50 metrar frí fyri menn og kvinnur, men hon taldi tíverri ikki á heiðursmerkjayvirlitinum. Pál Joenen setti oyggjaleikamet í 200 bringu, mennirnir settu oyggjaleikamet í 4×100 frí, og menn og kvinnur settu eisini oyggjeleikamet í 8×50 frí.
11 heiðursmerki í bogaskjóting
Bogaskjótingin munaði aftur væl í tí føroyska oyggjaleikaroknskapinum. Hesaferð vunnu okkara bogaskjúttar 11 heiðursmerki. Talan gjørdist um 4 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 4 bronsuheiðursmerki. Jógvan Niclasen gjørdist tann einasti einstaklingurin, sum vann gullheiðursmerki, tá hann vann kappingina í Compound. Hini trý gullheiðursmerkini komu í liðkappingum. Einki er tó at taka seg aftur í, at bogaskjúttarnir fara eisini at muna væl á komandi oyggjaleikum.
Bjørk gjørdi ein vørr í frælsum ítrótti
Nógv heiðursmerki eru at vinna í frælsum ítrótti, men hevur tað haltað hjá føroyingum at vinna heiðursmerki innan frælsan ítrótt seinnu árini. Tí var tað eyka gleðiligt, at tað eydnaðist at vinna fimm heiðursmerki innan frælsan ítrótt hesaferð. Tað var serliga Bjørk Herup Olsen, sum gjørdi ein vørr. Bjørk Herup Olsen vann silvurmerki bæði á 10.000 metra teininum, 5.000 metra teininum og í hálvum marathon. Ikki minni gleðiligt var tað, at kometin av Morskranesi, tann bert 16 ára gamli Marnar Djurhuus vann bronsu á 5.000 metrar teininum. Løtan er dokumenterað á YouTube, og eru gleðisrópini hjá venjaranum, Guttormi Sørensen ógvuliga minnilig. Guttorm Sørensen vann bronsu á júst somu rennibreyt á oyggjaleikunum á Isle of Wight í 1993. Gleðiligt var eisini, at tann ungi Øssur Debes Eiriksfoss vann bronsu í hæddarlopi. Talan er um tríggjar blaðungar føroyskar heiðursmerkjavinnarar, sum kunnu vinna okkum nógvan heiður á teimum komandi oyggjaleikunum.
Trý heiðursmerki í badminton
Tað eydnaðist føroysku badmintoníðkarunum at vinna trý heiðursmerki, eitt av hvørjum metali. Hevði tað ikki verið fyri óhepnar skaðar, so hevði úrtøkan uttan iva verið betur. Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen vunnu gull í tvímansleiki. Niclas Poulsen og Guðrið Poulsen vunnu silvur í blandaðum tvímansleiki.
Í liðkappingini eydnaðist tað føroysku badmintoníðkarunum at vinna bronsu. Í borðtennis eydnaðist tað at vinna eitt bronsumerki. Talan var um eitt flott, søguligt og væl uppiborið bronsu-heiðursmerkið til Rakul Mikkjalsdóttir og Henriettu Nielsen í tvímansleiki hjá kvinnum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskar borðtenniskvinnur vinna heiðursmerki - liðkappingin undantikin - á oyggjaleikum.
Duppult finalutap í flogbólti
Í flogbólti gjørdist talan um eina finalu millum Føroyar og estisku oynna Saareema, bæði hjá kvinnum og monnum. Talan gjørdist um tvey føroysk finalutap. Tapið hjá monnunum var ikki so nógv at ergra seg um. Saareema var klárt tað betra liðið, og endaði finalan eisini við einum 3-0 sigri til Saareema. Settúrslitini vóru 25-12, 25-19 og 25-12. Eitt sindur av spenningi hómaðist í øðrum setti. Finaluósigurin hjá kvinnunum var harafturímóti ógvuliga ergiligur. Saareema vann 3-2, aftaná settúrslitini 25-20, 15-25, 25-17, 10-25 og 12-15. Roynd flogbóltsfólk sum vóru til finaluna, vóru ikki samd við tí føroyska venjaraparinum, sum tey mettu brúktu ov nógvar óroyndar leikarar í tí fimta og avgerandi settinum. Føroysku silvur- og bronsuheiðursmerkini í U-19 NEVZA kappingini fyri stuttum boða tó frá, at vit framvegis verða at finna millum fremstu flogbóltstjóðirnar á komandi oyggjaleikunum. Mennirnir vóru ikki í námind av heiðursmerkjum á Álandi í 2009, og var tí talan um eina munandi framgongd hjá monnunum.
500 heiðursmerki síðani 1985
Síðani oyggjaleikirnir byrjaðu á Isle of Man í 1985 hava Føroyar vunnið 500 heiðursmerki. 162 gullheiðursmerki, 155 silvurheiðursmerki og 183 bronsuheiðursmerki. Hetta gevur Føroyum eitt fimta pláss á tí samlaða yvirlitinum yvir vunnin heiðursmerki, síðani 1985. Vert er at nevna her, at á fyrstu oyggjaleikunum í 1985 fingu Føroyar bert eitt silvurmerki og tvey bronsumerki. Hóast tað eru mong ár síðani, at Ísland valdi Small Nation Games framum oyggjaleikirnar, so eru íslendingar enn nummar 11 á tí samlaða søguliga yvirlitinum. Malta valdi eisini, eins og Ísland at satsa uppá Small Nation Games, sum eru leikir, sum eru undir tí olympiska regnsskjólinum. Kanadiska oyggin, Prince Edward Island hevur eisini trekt seg úr altjóða oyggjaleikasamstarvinum.