Sosialurin hevur í morgun tosað við Arngrím Hansen, sum hendan túrin er skipari á Tróndi í Gøtu, ið framvegis er á makrelveiði. Tróndur í Gøtu partrolar saman við Fagrabergi, og tá vit frættu í morgun, vóru teir staddir einar 70 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Har tættast er til fiskimarkið, eru 34 fjórðingar í markið til ES-sjógv.
Ikki liðugt
Í gjárkvøldið bar Dag & Vika tey tíðindi, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi er av á hesum sinni, men hetta er ikki heilt rætt.
- Fagraberg hevur júst hálað, eftir at vit hava havt tóvað saman í einar 7-8 tímar. Veiðan í hesum háli liggur um 55 tons, og alt er makrelur. Hetta er heldur lítið. Hevði talan verið um tað tvífalda, hevði hetta verið góð veiða.
Arngrím Hansen vísir á, at nú sigur hann gott veður teir næstu tveir dagarnar, og ætlanin er at vita, um tað ikki ber til at fáa nøkur tons av makreli aftrat.
- Vit fara at gera onkra roynd aftrat, nú Jupiter og Finnur Fríði eru inni og landa. Jupiter liggur á Tvøroyri og landar umleið 1300 tons av sild, og Finnur Fríði landar sild og makrel í Kollafirði.
Hann sigur, at Finnur Fríði hevur umleið 1100 tons av sild og stívliga 400 tons av makreli, sum er góð veiða.
- Vit partrola sum nevnt saman við Fagrabergi í løtuni, og teir hava umleið 200 tons av makreli, leggur Arngrím Hansen aftrat.
Hann veit eisini at siga, at onnur skip, sum fiska og leita eftir makreli, eru norðrari í føroyskum sjógvi, og hesi eru eitt nú Norðborg, Christian í Grótinum, Atlantsfarið, Phoenix og Ran.
Sildin gongur eystur eftir
Arngrím Hansen sigur, at sildin, sum skipini hava fingið eystarlaga í føroyskum sjógvi, gongur skjótt eystur yvir móti norskum sjógvi.
- Mynstrið við sildini seinastu árini hevur verið, at sildin hesa tíðina av árinum gongur eystureftir. Hinvegin er ikki vist, at vit ikki eisini kunnu finna sild, sum er vestari á og hevur longri veg í norskan sjógv.
Skiparin vísir á, at ein annar møguleiki er, at skipini finna sild norðuri í altjóða sjógvi.
Skiparin í Tróndi í Gøtu sigur, at føroysku uppsjóvarskipini eisini kunnu fiska ein part av síni sildakvotu í norskum sjógvi, tí avtala er millum londini um sildina.
- Hvussu leingi, vit kunnu fáa makrel aftrat í føroyskum sjógvi, er sjálvandi óvist, og tað er eisini óvist, hvussu leingi føroysku skipini fáa sild í føroyskum sjógvi.
Arngrím Hansen sigur, at prísurin á sild er rímiliga góður í løtuni, og tí verður spennandi teir næstu dagarnar og vikurnar, hvussu hetta fer at taka seg út, sigur Arngrím Hansen.