Í gjár - mikudagin - vórðu 551 nýggir smittutilburðir staðfestir í Noregi. Hetta eru 36 tilburðir fleiri enn miðal fyri hvørt samdøgur seinastu vikuna.
Hetta er samstundis ein øking á 17 tilburðir í mun til samdøgnið fyri - og ein øking á 133 í mun til mánadagin í vikuni.
Í Noregi eru tølini yvir nýggjar smittutilburðir veksandi í tilsamans 31 kommunum, og tølini eru minkandi í 17 kommunum.
Í gjár lógu 118 fólk á norskum sjúkrahúsum fyri covid-19, og samlaða talið av deyðum er nú komið upp á 316.