57 ára gomul kvinna handtikin fyri at hótta kongshúsið

Ein illgrunasamur pakki til Det Gule Palæ fekk í dag løgregluna at sena boð eftir bumburuddara

Politiið hevði tað tunga skjútsið við sær, tá ein illgrunasamur pakki varð móttikin í Det Gule Palæ hjá drotningini. Tað vísti seg tó, at einki vandamikið var í pakkanum. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Ein 57 ára gomul kvinna úr Ribe er í dag skuldsett fyri hóttanir ímóti kongshúsinum, tá hon verður mett at hava sent ein illgrunasaman pakka til Amalienborg.

 

Pakkin fekk løgregluna til at steingja av økið við Amalienborg og á Slotspladsen, meðan bumburuddarar vórðu boðsendir at kanna illgrunasama lutin.

 

Tá vísti seg, at í pakkanum vóru meinaleys ting, segði fjølmiðlavaktin hjá Københavns Politi stutt eftir middag. Sperringarnar vórðu tí tiknar burtur.

 

Kanningin av málinum helt tó fram, og tað hevur so ført til, at kvinnan varð handtikin, sum sambært Syd- og Sønderjyllands Politi er tann, ið hildið verður hevur sent pakkan.

 

– Kvinnan er í løtini til avhoyringar hjá løgregluni. Kvinnan er skuldsett fyri hóttanir ímóti kongshúsinum, verður sagt í tíðindaskrivi frá løgregluni seinnapartin.

 

Løgrelan fekk boðini um pakkan klokkan 08:54 og sendi boð eftir  Forsvarets ammunitionsrydningstjeneste (EOD).

 

Á staðnum sóu tey, at EOD brúkti tveir fjarstýrdar robottar – sum vanliga verða kallaðir Rullemarie.

 

Det Gule Palæ, sum er á Amaliegade, hýsir Hofmarskallatinum, Kabinuskrivstovuni og Ordenskapitlinum, sum  veitir Margretu drotning tænastu og er umsitingin hjá hóvinum.

 

Tað eydnaðist ikki Ritzau at fáa upplýsit, um kvinnan skal framsetast í grudlógaravhoyring.

 

Hvat hon sigur til skuldsetingina verður heldur einki sagt um.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Politiið hevði tað tunga skjútsið við sær, tá ein illgrunasamur pakki varð móttikin í Det Gule Palæ hjá drotningini. Tað vísti seg tó, at einki vandamikið var í pakkanum. - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix