58 ára gamli rumenin, sum í gjár meldaði seg sjálvan til løgregluna í Malmø, hevur nú viðgingið fyri donsku løgregluni, at tað var hann sum framdi drápið á norsku flogternuna. Tað upplýsir Ove Dahl, drápsovasti hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Hann viðgekk undir einari avhoyring í gjár, eftir at hann fyrr á degnum varð handaður av svensku løgregluni.
Illgrunin savnaði seg um tann 58 ára gamla mannin, tí hann varð sæddur á vakmyndatólum á Hotel Radisson Blu á Amager, har Vera Vildmyren týsdagin varð funnin dripin á einum kamari á 20. hædd.
í gjárkvøldið vóru ongar upplýsingar um motivið, men nógv bendir á eitt rovmorð, tá fartelefon, pungur og gjaldskort manglaðu, tá hon varð funnin.
Vera Vildmyren var 42 ár, gift og átti tvey børn.