5880 spurningar til alla familjuna

Mánadagin kemur út nýtt føroyskt brettspæl við heitinum Manna.
Spælið minnir um Trivial Pursuit, men ein týðandi broyting er, at talan bert er um bíbilskar spurningar.


Í samfull 10 ár hevur Malena Arnholdsdóttir arbeitt við hesum nýggja brettspælinum.
Hon hevur m.a. verið forkvinna í Javna, men hevur samstundis givið sær stundir at fyrireika hetta spælið, sum uttan iva er størsta spurnarspælið sum nakrantíð er útkomið í Føroyum.
Hóast talan er um nógvar spurningar um Bíbliuna og úr Bíbliuni, so er spælið skipað soleiðis, at øll familjan kann spæla við.
Á spælibrettinum er ein gøta, sum gangast skal eftir. Her finnast bæði snávingarsteinar og gimsteinar - og spurningarnir sjálvandi.
Teir eru skipaðir í 12 bólkar við íalt 70 spurnarkortum í hvørjum. Teir eru síðani aftur skipaðir í trý torleikastig, soleiðis at bæði børn og vaksin kunnu spæla Manna samstundis.
Spurningarnir eru skipaðir soleiðis at teir standa á aðrari síðuni á kortinum, og svarini á hinari við tilvísing hvagani úr Bíbliuni svarið er tikið.
Manna-spælið kann verða brúkt bæði við og uttan spælibrettið, sum eitt vanligt borðspæl.
Tað er eisini vælegnað sum eitt spæl millum fleiri bólkar á størri samkomum ella fundum, og tað kann eisini væl nýtast sum undirvísingartilfar í sunnudagsskúlanum, ungdómsmøtum ella sum liðug í kristniundirvísingini í skúlunum.