59.000 krónur fyri 26 km

Kappróðrarfelagið NSÍ skipaði seinasta vikuskiftið fyri síni fyrstu stuðulsrógving, og inn komu 59.000 krónur. Felagið hugsar um at keypa tveir nýggjar bátar

Runavík: Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri stuðulsrógving á eystara armi á Skálafjørðinum. Kappróðrarfelagið NSÍ hevði sína fyrstu stuðulsrógving, og inn kom heilt fitt av peningi.
Fimm bátar róðu tilsamans 26 kilometrar, og fingu av hesum 26 kilometrunum 59.000 krónur inn. Harav fekk Eysturoyingur góðar 27.000 krónur inn.
Kappróðrarfelagið hugsar um at endurnýggja allan róðrarflotan, men fyrst verður talan um tveir nýggjar bátar. Tað verða Spógvin og Heiðabáturin, sum verða skiftir út fyrst.
Aftaná stuðulsrógvingina leygardagin varð borðreitt við suppu til róðrarfólkið, og dysturin millum Ísland og Føroyar varð vístur á stórskíggja, so øll fingu eina hugnaliga løtu saman.
Kappróðrarfelagið NSÍ ynskir at takka øllum hjartaliga fyri stuðulin.

Myndatxt: Soleiðis sá út á norðoyastevnu. Eysturoyingur róði tó ikki kapp seinasta vikuskiftið. Tá var talan um stuðulsrógving, har tíggjumannafarið megnaði at fáa 27.000 krónur inn. Tilsaman fekk kappróðrarfelagið knappar 60.000 krónur

Mynd: Álvur Haraldsen