6,5 mió. í veddingarpengum

Skotið verður upp í uppskotinum fyri eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999, at á fíggjarløgtingslógini fyri 1999 verður givin játtan til at flyta inntøkurnar uppá 6,5 mió. kr. av veddingarpeninginum, sum væntandi verða fluttar frá danska statinum í 1999, til Sp/f Ítróttarvedding

ÓLAVUR Í BEITI


Í partinum í uppskotinum um eykajáttanarløgtingslóg fyri september, sum fíggjarmálaráðharrin legði fyri tingið tann 16. september í ár, veður sagt, at eftir broyting í 1998 av donsku veddingarlógini fáa Føroyar 0,5% av yvirskotinum hjá A/S Dansk Tipstjeneste. Danski staturin flytur landskassanum peningin.

Og sambært løgtingslógini um ítóttarvedding skal landsstýrið flyta peningin til Sp/f Ítróttarvedding. Sp/f Ítróttarvedding skal so, aftaná avsetingar til fyrisiting, býta peningin til ávís nærri tilskilað feløg og stovnar at nýta til almannagagnlig endamál.


Eina ferð hvønn ársfjórðing

? Mett verður, at parturin, sum Føroyar fáa av veddingarpeninginum, í 1999 verður 6,5 mió. kr. Upphæddin verður regulerað, tá roknskapurin hjá A/S Dansk Tipstjeneste er góðkendur. Veddingarpeningurin verður í roknskaparárinum fluttur Føroyum eina ferð hvønn ársfjórðing.

Fyri fyrstu tveir ársfjórðingar í 1999, stendur í uppskotinum, eru fluttar landskassanum 3,25 mió. kr., sum nú verða fluttar Sp/f Ítróttarvedding. Restin av peninginum verður útgoldin Sp/f Ítróttarvedding, tá hann verður móttikin av Føroya Gjaldstovu ? eftir ætlan í august og november.


3,3 mió. aftrat

Harumframt hevur Fólkatingsins fíggjarnevnd við fíggjarnevndarskjali í 1998 játtað Føroyum 3,3 mió. kr. av veddingarpeninginum, sum vórðu fluttar landskassanum í 1998. Eingin játtan var á fíggjarløgtingslógini fyri 1998 til endamálið. Peningurin er tó inntøkuførdur í landskassans roknskapi fyri 1998.

? Skotið verður upp, at á fíggjarløgtingslógini fyri 1999 verður givin játtan til at flyta inntøkurnar uppá 6,5 mió. kr. av veddingarpeninginum, sum væntandi verða fluttar frá danska statinum í 1999, til Sp/f Ítróttarvedding. Harumframt verður skotið upp, at játtaðar verða 3,3 mió. kr. til Sp/f Ítróttarvedding, sum vórðu fluttar landskassanum, men ikki goldnar Sp/f Ítróttarvedding í 1998, verður sagt í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september.