Dátastýring
Tá tú brúkar tína teldu, er tað umráðandi at halda skil á harðdiskinum. Harðdiskarnir í dag eru rættuliga stórir, og kunnu goyma fleiri hundrað forrit og fleiri túsund fílur. Um tú bara goymir á harðdiskinum uttan at skipa fílurnar, gongur ikki lang tíð fyrr enn tú ikki fær skil á tí sum er goymt. Tí er tað sera neyðugt at hava ein træstruktur. Á flestu teldum við Windows, er ein træstrukturur longu frá.
Tá Windows verður lagt á telduna, verður eitt træ gjørt, har øll undirforrit verða skipað skilagott, við einum góðum yvirliti. Hetta kann man síggja við at opna forritið "Stifinder". Træið sæst uttast til vinstru á skerminum.
Tað fyrsta stigið í træstrukturinum kallast "rótin". Rótin er altíð har tá harðdiskurin er formateraðu, og inniheldur millum annað nakrar neyðugar uppstartfílur, sum man als ikki má sletta.
Umframt tað liggja nakrar mappur sum hoyra til stýrisskipanina ? fyrst og fremst sjálv windowsmappan við nógvum undirmappum til ymiskar fílur, ið hoyra til stýrisskipanina. Her eigur man ikki at leggja forrit og skjøl inn. Harafturat er ein mappa sum eitur "Programmer", sum inniheldur tey flestu av teimum forritium og skipanum, sum eru løgd inn á telduna; aftur við hvør sínari undirmappu. Her kann man leggja tey forrit, sum man ætlar at leggja á telduna.
Tað kunnu verða fleiri mappir við amboðsforritum, sum fylgja við telduni tá hon er keypt. Tá nýggj forrit verða løgd inn á telduna, verður sum oftast ein nýggj mappa gjørd undir innleggingini og nýggja forritið lagt í hana. Nøkur Windows-forrit gera undirmappur í mappuni "Programmer", tí hon altíð er har, tá Windows 95/98 er innlagt, meðan onnur gera eina mappu á rótini á harðdiskinum.
Um eitt forrit ikki brúkar eitt innleggingarforrit, skal tú sjálvur leggja tað inn á harðdiskin. Um so er skal tú altíð gera eina mappu áðrenn og síðan leggja forritið inn í nýggju mappuna.
Forrit og datafílur
Forrit og datafílur (skjøl) eru bæði fílur, men við hvør sínari funktión. Eitt forrit er ein fíla, sum kann startasst og gera ymiskar instruktiónir. Ein dátafíla er eitt úrslit av at man hevur gjørt eitt arbeiði í einum forriti og goymt tað lidna abreiði í einari fílu. Til dømis at tú skrivar ein tekst í einum tekstviðgerðarforriti, og teir tekstir man hevur skrivað goymir forritið í dátafílum.
Navnið á forritafílum endar sum oftast við .EXE. Til dømis "Notesblok" forritið, sum fylgir við Windows, eitur NOTEPAD.EXE. Endingin EXE merkir Executable, á føroyskum merkir tað at tað er møguligt at koyra forritið í gongd.
Albøting (Optimering)
av harðdiskinum
og trygdaravrit
Tá man leggur nýggj forrit inn á telduna, ella slettar gomul forrit, eigur man altíð at gera tað við at brúka forritið "Tilføj/Fjern programmer" sum fylgir við Windows, og sum liggur undir "Start/Indstillinger/kontrolpanel". Men so við og við verður tað rættuliga rótut á harðdiskinum, tí tey forrit sum man slettar, lata eitt tómt pláss liggja eftir, og tey nýggju forritini man leggur inn á telduna, passa ikki altíð í hesi tómu pláss. Tí hevur Windows eisini eitt forrit sum eitur "Diskfragmentering", sum er eitt gott amboð. Hetta forrit eigur man at seta í gongd av og á. Forritið leggur fílurnar á harðdiskinum saman, soleiðis at man fær nógv betur pláss og at stýrisskipanin hevur nógv skjótari at seta forritini ígongd. Windows 98 hevur harafturat eitt amboðsforrit, sum eitur "Diskoprydning". Við tí forritinum ber til at sletta fílur, sum ikki verða brúktar longur og tí ikki eru neyðugar.
Windows hevur eisini eitt forrit, sum eitur "Scandisk". Tað eigur man eisini at seta í gongd av og á, tí tað kannar harðdiskin fyri feilir, umframt at kanna allar fílur um tær eru í ordan. Áðrenn man setur Scandiskforritið í gongd, eigur man at taka eitt trygdaravrit (backup) av øllum dátafílum ? til dømis skjøl og rokniørk ? tí tað kann ganga galið, soleiðis at man missur onkrar fílur.
Tað er skilagott at taka trygdaravrit av øllum skjølum við meira. Forrit hevur man sum oftast avrit av á fløgu ella disklum.
Nakrar teldur hava eina fløgu sum kallast "Reetablerings-CD". Um tað gongur galið og man missir onkrar fílur, so ber til at seta hesa fløguna í fløguspælaran og starta telduna upp av nýggjum. Tá kemur alt, sum upprunaliga varð lagt á telduna, inn aftur. Um man ikki hevur hesa serligu fløgu (ella diskil), má man sjálvur innleggja tað, sum er oyðilagt.
Dátafílur skulu undir øllum umstøðum leggjast innaftur, um tað er hent nakað við teimum.
Virusverja
Sjálvt um øll tosa um virus, so eru tað bert fá sum hava roynt at fingið tað. Ikki tí, tað er sera ótespuligt til dømis at harðdiskurin brádliga verður slettaður. Man kann bert fáa virus við forritum, tað vil siga, fílum sum enda við ".EXE" ella ".COM", og virussið kann bert setast í gongd við at hesi forrit verða aktiveraði.
Tann mest vanligi smittuvegurin í dag er um Alnetið. Eisini eru smáu disklarnir ein smittukelda, sum vit skulu hava í huganum.
Virus er eitt lítið forrit, sum fær telduna og/ella skermmyndina at bera seg undarliga at.
Tann besta verjan ímóti virus eru tey sokallaðu antivirus forritini. Tey kunnu keypast ella fáast sum lutbúnaðarforrit (shareware program). Av tí at tað javnan koma nýggj virus, verða antivirusforritini javnan dagførd, ella man fær eina fílu við nýggjastu vaccinini móti nýggju virusunum. Tað er eisini sera umráðandi at hava trygdaravrit av teimum dáta, sum ikki eru so løtt at endurskapa.
kelda: www.fs.dk