Fríggjadagin stendur J fyri Jólaøl. Eisini í Føroyum hevur siðurin við J-degnum vunnið frama, og á Restorff's Bryggjarí í Havn siga tey seg hava brynjað seg væl út.
Jólatrøllið, sum er teirra útgáva av jólaøli, verður tappað í hesum døgum, og samanlagt verður talan um einar 60.000 fløskur, sum í næstum fara á marknaðin.
Sagt verður, at trøllið er bryggjað sambært gamldari forskrift, har trý sløg av malti verða nýtt, umframt at løgurin eisini fær serliga viðgerð, sum tey siga er loynidómurin hjá bryggjarínum.
Hósdagin verður ølið sýnt avtakarum kring landið, og fríggjadagin verður so talan um J-dag.