Samansjóðing
Ymiskt er, hvat gjørt verður burtur úr fyrstu skúladøgunum á skúlunum kring landið. Tey smáu, sum fara fyrstu ferð í skúla, hava sín tørv á at læra hvønn annan at kenna. Summi eru smæðin og kenna seg ótrygg; onnur eru meira opin fyri tí nýggja og ókenda.
Tey hálvvaksnu ella vaksnu, sum ikki hava verið í stovu saman áður, hava eisini sín tørv á at læra hvønn annan at kenna.
Bæði hjá børnunum, teimum hálvvaksnu og vaksnu hava
teir fyrstu skúladagarnir stóran týdning fyri trivnaðin, og
hvat nú einaferð spyrst burtur úr í skúlanum.
Stórt tiltak
Føroya Handilsskúli á Kambsdali ger nógv burtur úr at samansjóða næmingarnar í byrjanini av skúlaárinum.
Allir flokkarnir á skúlanum fara í fyrstu vikuni út saman. Í ár er tað soleiðis, at teir tríggir FHS-flokkarnir hava verið savnaðir á Svangaskarði á Toftum eitt samdøgur, teir tríggir 1.HH-flokkarnir hava verið á Háskúlanum í Havn, og 2.HH-flokkur hevur verið í Sandavági.
Mikudagin vitjaði Sosialurin á Svangaskarði. Tá ið vit vóru fram við stutt fyri middag hendan dagin, vóru 60 næmingar saman við fýra lærarum savnaðir úti á graslíkisvøllinum til ymiskar kappingar og spøl. Tey togtogaðust, runnu á hondum og beinum, spældu ymisk spøl við posum, sum skúlin hevði lánt frá Havsbrún, royndu kynstur á bummum og spældu við lítlum bóltum ímillum sín.
Seinnapartin hendan dagin skuldu øll verða við í postarenning ymsastaðni í bygdini. Her skuldu tey í bólkum finna postar, sum góvu teimum ymiskar hugsandi og óhugsandi uppgávur. Ein var at fara oman á Fiskamarknaðin at gita nøvn á fiskasløgum, ein onnur at finna eitthvørt livandi kykt, helst eitt kombikk ella eina maðkapirru, livandi heim við.
Um kvøldið skuldu tey saman hyggja at landsdystinum millum Føroyar og Ísland ? á Svangaskarði!
Ein áhugaverd uppgáva hjá hvørjum flokki sær var eisini at gera eina sonevnda "grundlóg" ? ella floksskipan, sum er galdandi fyri skúlastovuna og floksviðurskiftini annars. Endamálið við hesum er at skapa rætta trivnaðin í flokkinum, sum er ein fyritreyt fyri, at tað besta spyrst burtur úr tíðini í skúlanum.
Seinni um kvøldið var kvøldseta við ymiskum undirhaldi, og her skuldu flokkarnir so eisini leggja fram sína grundlóg.
Góðar umstøður
Páll Isholm, deildarstjóri, sigur, at umstøðurnar á Svangaskarði til slík tiltøk eru ómetaliga góðar.
- Umstøðurnar kunnu ikki hugsast betur. Vit gista her eina nátt og matgera sjálvi.
Hann heldur, at tiltøkini hjá skúlanum at samansjóða næmingarnar á henda hátt eru týdningarmikil og gevandi.
- Tað hevur stóran týdning, at næmingarnir í FHS-flokkunum læra hvønn annan at kenna. Nøkur fá kennast, áðrenn tey koma í flokkin. Onnur kennast slett ikki. Á henda hátt læra øll hvønn annan at kenna á ein hugnaligan hátt, og tað hevur stóran týdning, heldur Páll.
Sama er galdandi fyri hinar flokkarnar, har øll ikki hava verið í
flokki saman áður, tí flokkar eitt nú eru lagdir saman.
Mánadagin fingu flokkarnir á Handilsskúlanum á Kambsdali tímatalvu, og næmingar høvdu høvi at fylla út umsóknarbløð um studning. Týsdagin fyrireikaðu tey seg til mikudagin, tá ið allir flokkarnir fóru út til samansjóðing. Hósdagin, meðan tey enn ikki vóru afturkomin av ferðini á Háskúlanum, Sandavági og á Toftum, fyrireikaðu tey seg til næmingaráðsvalið, sum verður í dag.
Mánadagin komandi byrjar so vanligi skúladagurin á Kambsdali.
Nýggir lærarar
Páll Isholm sigur, at 18 lærarar eru á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Av hesum eru 5 nýggir lærarar í ár.
- Hetta er stór útskifting frá einum skúlaári til annað, men vit fara at gera okkara besta til tess geva næmingum eina so góða og holla upplæring, sum vit saman eru før fyri, sigur deildarstjórin.