60 ár við Frelsunarherinum

Vágur: Um vikuskiftið verða serstøk møti hildin í hølunum hjá Frelsunarherinum (búmerkið) í Vági. 

Hetta er í samband við at 60 ár eru liðin, síðani Frelsunarherurin byrjaði virksemi sítt í býnum. Í samband við møtini fær “herurin” vitjan av sjefsekretær Marianne og Clive Titus Adams.