Ísrael/Føroyar: Ferðin til Ísraels er komin í lag, nú 60 ár eru liðin síðani staturin Ísrael varð lýstur.
Hetta hendi júst í dag - 14. mai í 1948 - og í hesum sambandi fara samkomuleiðararnir til Ísraels at vitja í nakrar dagar.
Úr Føroyum fara Tummas Jacobsen úr samkomuni Filadelfia í Havn og Dánjal á Dul Jacobsen úr Evangeliihúsinum, men sum á ferðini er við sum tíðindafólk hjá útvarpsrásini Lindini.
- Eg gleði meg nógv til ferðina, serliga hetta at kunna hitta nakrar av kristnu jødunum. Teir eru ikki so nógvir, men eg havi kortini skilt, at talið á teimum er alsamt vaksandi.
- Og hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur Tummas Jacobsen, fyristøðumaður í Filadelfia við Sosialin.
Ferðalagið fer úr Danmark í morgin og verður aftur mikudagin í komandi viku.
Veking millum jødar
Tummas Jacobsen hevur eina ferð áður verið í Ísrael - tí Heilaga Landinum, sum summi nevna tað.
Hetta var í 1999, tá hann var luttakari á einari bønarráðstevnu. Júst um hetta mundið brast ófriður á, og tí sluppu tey ikki at vitja so nógv av kendu bíbilsku støðunum, sum ætlanin upprunaliga var.
Hesaferð verður kortini øðrvísi: Ísraelska ferðamálaráðið hevur lagt eina fjølbroytta og spennandi skrá fyri teir norðurlendsku samkomuleiðararnar, har teir koma at vitja bæði í Nasareth, Galilea-sjógvin, Deyðahavið og tey mongu søguligu støðini í Jerusalem bara fyri at nevna brot úr skránni.
Seinasta dagin á ferðini fáa Tummas, Dánjal og hini í fylginum eina serstaka uppliving: Tá sleppa teir at hitta kristnar jødar.
Henda dagin skipa hvítusunnusamkomurnar í økinum fyri ymiskum tiltøkum, har báðir partar kunnu hittast, fáa góða tíð at tosa saman og soleiðis kunnu læra hvønn annan at kenna. Ynskið hjá gestunum er í øllum førum at fáa góð viðurskifti og góð sambond við tey kristnu í Ísrael.
- Vit hava sjálvir ynskt at koma á tal við hesar kristnu jødarnar og samkomuleiðarar teirra. Og henda partin av vitjanini gleði eg meg ótrúliga nógv til.
- Eg vóni, at vit fáa eitt gott og inniligt samband við tey, - eitt samband ið vit ynskja at halda viðlíka, eisini í framtíðini, slær Tummas Jacobsen fast.
Meiri verður at frætta um ferðina, tá Dánjal á Dul Jacobsen fer at greiða frá ferðini í Lindini.