60 ára føðingardagshald í Kelduni

Seinasta leygardag var føðingardagshald í Kelduni í Skálafirði.

Tað var Sámal Bláhamar, búsitandi í Havn, sum helt sín 60 ára føðingardag har.


Ein føst ská var løgd fyri føðingardagshaldið, talur vórðu hildnar og farið var heilt aftur til 1700-talið í bæði móðir- og faðirætt hjá Sámali.


Mathias Lassen úr Vági, búsitandi í Hvalba, segði frá um ættarbondunum hjá Sámali til ein av manningini á hálendska skipinum Westerbeek, sum í 1742 rendi á land vestan til á Suðuroynni. Mathias Lassen skrivar í løtuni eina bók um Wetersbeek, sum kemur út í heyst. Freydis Poulsen, fyrrverandi lærari í Klaksvík, greiddi frá um ættina hjá Sámali í faðirætt. Hon byrjaði við Jóhannesi Poulsen (Jóhannes tann Vísi) sum varð borin í heim 15. september 1776. Eisini sang Martin Joensen, sum er vestmenningur eins og Sámal, og Hávardur Jensen úr Kvívík sang sálmar, meðan Hans Pauli Højgaard spældi undir.


Sámal er vestmenningur, sum hevur búð í Havn størsta partin av sínum lívi. Hann er kanska best kendur sum dekksølumaður og sum virkin í føroysku ferðavinnuni.