60 umsóknir higartil um koronastuðul

Taks hevur fingið tilsamans 60 umsóknir um stuðul í sambandi við koronakreppuna frá fyritøkum, og útvið tríggjar milliónur krónur eru higartil útgoldnar.

Seinastu hagtølini frá Taks vórðu dagførd fríggjadagin á middegi, og væntandi verða nýggj hagtøl klár í morgin.

Av teimum 60 fyritøkunum, ið hava søkt um stuðul, hava 11 teirra mist millum 40 og 60 prsent av umsetninginum, meðan hinar 49 fyritøkurnar hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Í miðal hava verið latnar 48.939 krónur til hvørja fyritøku. Hægsta útgjaldið hevur verið 214.939 krónur, og lægsta útgjaldið hevur verið 4.421 krónur.

Hetta gevur eitt útgjald á tilsamans 2,936 milliónir krónur, siga hagtølini hjá Taks.