600-700 fólk til morgunmatarborð

- Meira enn helmingurin av borgarunum í kommununi møttu til morgunmatin á Svangaskarði, sigur Nes kommuna.

Fríggjadagin 20. mars upprann dagurin, tá full sólarmyrking var aftur í Føroyum og sum allir føroyingar hava bíðað spentir eftir.

 

- Vit bjóðaðu til morgunamat í B68-húsinum, og íbúgvarnir í kommununi eygleiddu og upplivdu sólarmyrkingina ymsastaðni frá - heilt av Svangaskarði og út á Eystnes.  

 

Tað sigur Nes kommuna, sum er takksom fyri stóru undirtøkuna.

 

- Vit eru eisini takksom fyri, at fólk tóku áheitanin til sín og lótu bilin standa, soleiðis at bilaferðslan eftir Agninum og Mylluvegnum gekk sera væl.

 

Lagt verður aftrat, at Tofta skúli skipaði fyri, at allir næmingar - saman við lærarum og foreldrum - fóru eystur á Vørðuna at uppliva sólarmyrkingina.

 

Nes kommuna veit at siga, at meira enn helmingurin av borgarunum í kommununi møttu til morgunmatin á Svangaskarði.

 

Tað merkir, at eini 600-700 fólk fingu sær mongunmat henda serstaka dag - 20. mars 2015 - í B68-húsinum.