600 børn og ung svaraðu um Bíbliuna

Beinta Andreasen úr Havn gjørdist hepni vinnarin av Íslandsferð í kappingini "Hvussu væl kennir tú Bíbliuna?"

Jólakapping í Sosialinum

Jólakappingin hjá Sosialinum fyri børn og ung undir heitinum "Hvussu væl kennir tú Bíbliuna?" varð sera væl móttikin. Ikki færri enn 600 børn og ung svaraðu spurningunum um mangt og hvat í Gamla og Nýggja Testamenti. Fýra vinningar vóru. 1. vinningur, sum er ein vikuskiftisferð fyri tvey til Íslands við Atlantic Airways vann Beinta Andreasen, Tjarnardeild 13, Tórshavn. 2. Vinningin, sum er bókin "Menniskjusonurin" vann Geir Mohr, Fuglafjørður. 3. vinningin, sum er bókin "Bíblian í orðum og myndum" vann Teitur Hvidbro, Heygsgerði 4, Tórshavn og 4. vinningin, sum er bókin "Barnabíblia" vann Fríði av Vollanum, á Gørðum 1, Kaldbak.

Vit ynskja vinnarunum tillukku og takka annars øllum, sum hava verið við í hesi spennandi og áhugaverdu kappingini, fyri áhugan. Eisini takka vit stigtakaranum til kappingina, Maud Heinesen fyri at hava funnið uppá og lagt kappingina til rættis. Øllum ynskja vit eisini eini gleðilig jól.

Allir spurningar og svarini verða prentað í einum av fyrstu bløðunum í komandi ár.